Menninir komu gott í gongd

Sum tað sást í síðstu viku, so hava menn gira seg upp til kappingarárið 22-23 við at spæla konufólk í einum degi, og tað sást eisini aftur í okkara fyrsta dysti!

Hóskvøldið fór leiðin til Holte at spæla okkara fyrsta dyst í hesum kappingarárinum móti Rudersdal Håndbold. Ymiskt var, hvussu menn komu til Holte, summir fóru við toki meðan aðrir súkklaðu allan teinin. Tó, skal tað nevnast, at venjarin og aðrir letingar fóru har garðurin var lægstur og leigaðu sær ein bil.

At Danmark er eitt flattlendi mótprógvaði Holte, tí ávegis til høllina, møttu menn longu síni fyrstu avbjóðing á degnum, sum var ein fúl brekka. Hetta skerdi eisini menn í byrjanini av dystinum og gjørdi, at vit vóru aftanfyri 5-2 eftir fimm minuttir frá dystarbyrjan. Tó, var venjarin ísakaldur og kom við einum nýggjum listabragdi, sum sjálvt Arsene Wenger hevði verið errin av. Har kom stutt eftir vend í dystinum, og áðrenn mótstøðuliðið hevði so mikið sum blunkað við eygunum, varð javnleikur. Tá segði dagsins leikari Jónsvein Dulavík, a.k.a. topbun eisini slutt og setti nøkur mál í kassan við hansara vælútgjørdu og ikki minst slitnu øksl!

Dysturin endaði ikki mætari enn við einum 34-27 sigri til ÍF Føroyar. Sigurin bleiv fagnaður við góðari øl frá Mr.Carslberg, sum Torstein Balle útvegaði eftir at verða blivin pápi.

Næsti dystur er á heimavølli týskvøldið 4. oktober móti KSI

Málskjúttar:
Jónsvein Dulavík 7, Julian Olsen 6, Rune Olsen 5, Torstein Balle 4, Ivan Mrdalo 4, Ólavur av Fløtum Mittún 2, Bergur Ákason 1, Rasmus Müller 1

Eftir Ivan Mrdalo

Scroll til toppen