Lættur sigur hjá monnunum áðrenn stóru finaluna

Týskvøld 29. mars. ÍF føroyar menninir høvdu leitað sær inn í Sundbyøsterhøll 2, har teir vanliga venja um hetta mundið, men hendan dagin var øðrvísi. Tað var nevniligani dystur á skránni, næstsíðsti landskappingardysturin hjá føroyingunum í pulju  5 í 3. división, og somuleiðis fyrsta finalan av tveimum, har ÍF Føroyar við fullari úrtøku kann tryggja sær 2. plássið og harvið møguleikan at spæla uppflytingardystir til 2. división. Mótstøðuliðið til dagsins dyst var BK Ydun, sum koppaðu føroyingunum í fyrsta dystinum í kappingarárinum, og sum lá og stríddist um aftastu plássini í deildini, so nú var tíð at hevna seg hjá teimum bláu. Eftir vónbrotið frá síðsta dysti, har fyrsta plássi reyk, og Eirikur Simonsen mátti út við ringum skaða, høvdu føroyingarnir glett seg at leggja tað afturum seg, og vísa at teir enn eru eitt av bestu liðunum í deildini.

Hópurin til dagsins dyst var eitt sindur broyttur frá tí vanliga hetta kappingarárið, skaðar og fráverur høvdu sína ávirkan, men tilgongd frá monnum sum høvdu verið burtur í eina tíð var kærkomin, og tað manglaðu tí ikki menn á útskiftingarbonkinum til dystin.

ÍF Føroyar legði út sum eitt óløgi tá dysturin byrjaði, og hóast útiliðið legði seg framum 2-1, so var tað einasta leiðsla hjá teimum í dystinum, og føroyingarnir løgdu seg skjótt framum við fleiri málum. Verjan stóð væl og tá bólturin varð vunnin, varð spælt fram við einari øgiligari ferð, og hetta megnaðu leikararnir hjá Ydun als ikki at standa ímóti. Kontraspælið riggaði sera væl, og ferð eftir ferð var ein fríur maður einsamallur móti málmanninum í hinum endanum, serliga var Bergur Ákason eyðsýndur, og hann megnaði at skora 5 kontramál tað fyrsta korterið, og endaði hann eisini sum toppskjútti í dystinum. Áðrenn fyrstu 15 minuttirnir vóru spældir høvdu føroyingarnir spælt seg til eina 13-4 leiðslu, og dysturin var í roynd og veru avgjørdur longu tá. Útiliðið byrjaði tó at fáa nøkur mál eftir hetta, og hóast føroyingarnir ikki góvust at skora, so fingu teir steðgað bløðingini móti endanum av fyrsta hálvleiki, og tá hornið í høllini ýldi, var støðan 18-9 til ÍF Føroyar.

Í hálvleikinum var tikið samanum, menn vóru nøgdir við avrikið og gongdina í fyrra hálvleiki, og nú skuldi roynast at halda fram við tí sama. Bartal Klein Olsen á bonkinum hevði nøkur inputs til nakrar detaljur í dystinum, og so var gjørt klárt aftur til seinna hálvleik.

Eftir steðgin byrjaði heimaliðið væl, og hóast teir ikki spældu í heilt so stórum tempo, sum í fyrsta hálvleiki, so megnaðu teir at fáa nøkur kontramál, og løgdu seg enn longur framum, eftir eina løtu var støðan 24-12. Síðani sáð Bartal sín kjans at royna nakrar verjuvariantar til dystin leygardagin, so hann framdi nakrar útskiftingar, og farið var fram í eina 5-1 verju. Verjan riggaði ikki so illa, men føroyingarnir fingu so nakrar útvísingar og tað hjálpti útiliðnum til nøkur mál. Samstundis byrjaðu Ydun at mansverja spælskiparan Julian Olsen, og verja rættiliga langt frammi, og hetta órógvaði álopið hjá føroyingunum og stígur kom í spælið. Hóast útliðið fekk fótað sær eitt sindur í hesi perioduni móti endanum av dystinum, og fingu minkað eitt sindur um munin, so gjørdi tað ongan mun tá tað kom til stykkis, og tá dysturin varð avblástur hevði ÍF Føroyar vunnið 30-21.

Frøin var stór hjá teimum í bláum, og var tað væl uppiborið, men tað sást eisini at hetta var ein pliktsigur sum skuldi avgreiðast, og alt annað enn 2 stig hevði verið eitt stórt vónbrot.

Toppskjúttin Bergur Ákason varð valdur til dagsins leikara, eftir framúr kontraspæl.

Fokus verður nú vent móti stóru finaluni um 2. plássið sum verður leygardagin móti Slagelse. Fyrsti dysturin móti Slagelse var sera harður, har føroyingarnir bardu seg aftur eftir at hava verið aftanfyri við 8 málum, og fingu javnleik. Slagelse liggur á 4. plássi við sama stigatali sum ÍF Føroyar, so tað verður talan um ein sera spennandi dyst, har vinnarin allarhelst kemur at spæla um uppflyting.

Dysturin verður spældur á heimavølli í Sundbyøsterhøll 1, leygardagin 2. apríl kl 15.30. Tørvur er á øllum tí stuðuli sum kann fáast, og heitt verður á øll sum hava møguleikan, at koma og heppa.

ÍF Føroyar framá!

 

Málskjúttar:

Bergur Ákason 6, Julian Olsen 5(2), Rasmus Müller 5, Tummas Pauli Hanusarson 4, Rune Olsen 4, Torstein Balle 2, Ólavur Av Fløtum Mittún 2, Torkil Hentze 1, Poul Kjartan Dam 1.

 

Scroll til toppen