Menninir komu niður á jørðina aftur

Sunnudagin 13. Marts skuldu ÍF Føroyar menninir spæla síðsta útidyst hetta kappingarárið. Mótstøðuliðið hesu ferð var oddaliðið Dianalund/Tersløse. Hópurin til dagsins dyst var ikki so breiður, sum hann annars hevur verið í alt ár. Hetta kemst av, at góðir menn so sum Ólavur Míttun og Jónsvein Dúlavík vóru staddir í Føroyum. Hesu ferð var venjarin Bartal Klein Olsen tó við. Sum vant møttust teir flestu á oyrasundi áðrenn leiðin gekk til Dianalund, har tað varð lagt upp til eitt satt oddabrak, tí at um ÍF Føroyar mennirnir sigraðu kundu teir leggja seg á odda í deilidini, og soleiðis flyta beinleiðis upp í 2 div. Oddaliðið Dianalund/Tersløse hevði tó eina aðra ætlan.

Hetta merkist beinavegin, tá ið fyrsta bríksl hevði ljóðað og rómurin av teimum mongu heimaáskoðarunum fyltu høllina. Liðini fylgdust nøkulunda teir fyrstu tíggju minuttirnar av dystinum, hereftir legði heimaliðið seg á odda. Okkara menn royndu tó teirra besta, men tað tyktist til at teir alla tíðina vóru eitt fet ov seinir, skotini vóru óneyv og tann annars sterki viljin, sum hevur verið størsta styrkin, var fráverandi. Støðan í hálvleikinum var 15-10 til heimaliðið.

Tá ið farið var til hálvleiks kom Bartal við einum taktiskum uppleggi: Takla meira, takla harðari og vís so handan sterka viljan, sum hevur drivið verkið í alt ár – hetta tyktist at kynda uppundir menninar.

Tá ið annar hálvleikur byrjaði fingu okkara menn drigið seg inn aftur í dystin. Eftir 15 minuttir vóru teir bert tvey mál aftanafyri og møguleikin fyri einum sigri virkaði ikki óveruligur. Men lagnan vildu nakað annað hendan sunnudagin, tí tá hallarurið vísti, at tað bert vóru 10 minuttir eftir hoyrdist eitt ordans brak, og øll høllin gjørdist friðarlig. Ein av okkara monnum lá niðri við stórari pínu. Tað var spæliskiparin, Eirikur Simonsen, sum hevur verið ein av teimum berandi kreftunum í bæði í álopi og verju. Ein lækni kom rennandi inn á vøllin, hugdi eftir beinum hjá Eiriki og kundi síðani staðfesta, at brakið sum øll høllin hevði hoyrt, var hælsinan hjá Eiriki. Hetta kendist sum steinur oman á byrðu. Allir leikararnir vóru sjónliga ávirkaðir av støðuni. Tá ið tað bleiv bríksla í gongd aftur, vóru okkara menn noyddir til at spæla við tveimum strikum og hetta virkaði als ikki. Heimaliðið fekk skjótt lagt seg framum við fimm málum og helt hesa leiðslu til dystarenda. Støðan gjørdist 27-22.

Hóast keðiliga dystin, so er enn 2. plássið at spæla um hjá ÍF Føroyum, sum eisini gevur møguleikan fyri uppflyting, so øll vón er ikki farin enn, og tað verður farið beinhart eftir at vinna báðar dystirnar sum eftir eru í puljuni.

Næsti dystur er týsdagin 29. mars á heimavølli móti BK Ydun.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *