Sigursrøðin hjá kvinnunum heldur fram

Eftir fýra dystir í kappingini hava ÍF Føroyar kvinnurnar vunnið allar higartil. Tískil eru tær í einum sonnum vinningarstima.

 

Í gjár spældu ÍF Føroyar kvinnurnar á heimavølli ímóti VHC/Vidar 3. Hesar liggja á 7. plássið á stigatalvuni, og í alt eru 8 lið í bólkinum. Hóast hetta, so megnaði liðið at geva føroysku kvinnunum mótstøðu.

 

Okkara kvinnur løgdu væl út, og komu fram um við nøkrum málum beinanvegin. Tað er eingin loyna, at ÍF Føroyar kvinnurnar hava stóran tørv á málmanni í ár. Tað var eingin onnur enn útileikarin Anna á Steig, sum tók ein fyri liðið, og stillaði seg at verja føroyska málið. Hetta gekk framúr væl, hóast útiliðið fekk nøkur mál útifrá og frá høgra vongi, sum ein meira vandur málmaður kanska hevði havt betri eydnu við at bjarga. Verjan stóð fyri tað mesta væl, og miðverjan megnaði væl at verja fyri, so strikan ikki fekk bóltin. Hitt liðið var ikki tað skjótasta á fótunum, og okkara kvinnur fingu fleiri góð skjótálop. Tó vórðu føroysku kvinnurnar til tíðir ov spentar, og blakaðu nakrar býttar bóltar fram í álopi, har tað ikki var nóg stórur kjansur fyri at koma til eitt gott skot. Ein lítil løta fór eisini við ov nógvum brendum skotum frá okkara kvinnum. Hetta rættaðu tær tíbetur skjótt uppá.

 

Føroyska liðið var frammanfyri við nøkrum málum gjøgnum allan dystin, men eina løtu í 2. hálvleiki vóru bert trý mál á muni. Hóast hetta, so var eingin slingur í valsinum. Tá eini tíggju minuttir vóru eftir av dystinum, drugu ÍF Føroyar kvinnurnar frá, og vunnu dystin við seks málum. Endaliga støðan gjørdist 26-20 til okkum.

 

Næsti dystur verður sunnudagin 14. november. Hetta verður ein sera spennandi dystur, tí føroysku kvinnurnar skulu spæla á útivølli ímóti Team Nørrebro 3, sum liggur á 2. plássi, trý stig aftanfyri okkara kvinnur.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *