ÍF Føroyar takkar fyri í ár

Vegna alheimsumfatandi Corona virusinum, ið hevur lagt meginpartin av Evropa lamið tær seinastu og allarhelst komandi vikurnar, eru allar kappingarnar undir 1. division hjá danska hondbóltssambandinum avlýstar, og harvið er kappingarárið 2019/2020 hjá øllum ÍF Føroyum liðum av. Hetta er sjálvandi harmiligt fyri hondbóltin og felagið, ið hevði lið við møguleika til uppflyting, men tað eru viðurskifti sum eru meira umráðandi enn hondbóltur, og tá tað ræður um heilsuna hjá fólki og samfelagnum, og um tað at steðga við at spæla hondbólt eina tíð forðar fólki at gerast sjúk, so er hetta ein sera løtt og sjálvsøgd avgerð, ið vit í ÍF Føroyum sjálvandi taka undir við.

Sostatt kemur her ein samanumtøka av kappingarárinum í ÍF Føroyum, ið eins og seinasta tíðin hevur verið eitt sindur rótut, við bæði upp og niðurtúrum hjá øllum liðum.

 

Gott ár hjá kvinnunum hóast trilvandi byrjan

Kappingarbyrjanin hjá kvinnuliðnum var eitt sindur fløkjaslig, tá venjarin frá farna kappingarári gavst stutt áðrenn kappingin fór í gongd, og tí mátti ein avloysari í skundi finnast. Tað eydnaðist tíbetur skjótt at finna ein nýggjan venjara at standa á odda fyri kvinnuliðnum, og lætti tað um byrðuna hjá fleiri. Nøkur nýggj andlit vóru at síggja hjá kvinnunum, sum sjálvandi er at fegnast um, tó at tað eisini vóru summar sum ikki vóru við aftur frá farna kappingarári.

Hóast nýggjan venjara kom kvinnuliðið eitt sindur haltandi frá byrjan í seriu 1, har tær bert megnaðu ein sigur av teimum fyrstu 5 dystunum. Møguliga spældi eitt sindur av útskifting í hópinum sín part í heldur ringu byrjanini, og hetta hevði við sær at liðið lá heldur niðarliga á stigatalvuni tá farið var í jólasteðg.

Men eftir keðiligu byrjanina varð gongdin vend, og kvinnuliðið vann 4 av næstu 5 dystunum, og lyftu seg tí uppeftir á stigatalvuni, og av teimum seinastu 4 dystunum áðrenn kappingin varð steðgað vunnu tær tríggjar, og hóast tær vóru uttan veruligan møguleika spæla um uppflyting, endaðu tær á einum heilt virðiligum 3. plássi í seriu 1. Tað kann eisini nevnast at kvinnurnar skutu næstflest mál í deildini, bert eitt mál færri enn toppliðið SG Mojn, ið vann allar sínar dystir burtursæð frá teimum báðum móti føroysku kvinnunum, sum tær bæði taptu og spældu sín einasta dyst javnan móti.

Hóast eitt 3. pláss kanska er eitt lítið vónbrot í mun til 2. plássið í farna kappingarári, so er tað samanumtikið eitt góðtikið kappingarár hjá kvinnuliðnum, ið burtursæð frá ringu byrjanini fekk sera hampilig úrslit, og tær kunnu tí hyggja bjartskygdar frameftir, og vit í ÍF Føroyum trúgva og vóna at kvinnurnar fáa enn betri úrslit komandi kappingarár, og ynskja teimum alt tað besta.

 

Dýrur januar mánaði kostaði 1. mansliði

Eftir at teir vóru akkurát ov stuttir í uppflytingardysti farna kappingarári, var ætlanin hjá 1. mansliði hjá ÍF Føroyum at gera tað eitt vet betri og flyta upp aftur í 3. división. Eins og nógv undanfarin ár var eitt sindur av útskifting í hópinum, eftir at fleiri menn vóru fluttir heim aftur og aðrir komu niður at lesa, og var styrkin á hópinum nøkulunda tann sama sum áðrenn.

Annað árið í kvalifikatiónsrekkjuni hjá 1. mansliði byrjaði væl og liðið vann teir fyrstu 5 dystirnar nokkso greitt, og vóru vónirnar um uppflyting tá heilt góðar. Næstu 6 dystirnir áðrenn jólasteðgin vann 1. manslið tó bert tríggjar, harav tveir taptar, millum annað móti ósigraða topliðnum úr FIF, ið tó fingu ein harðan dyst móti føroyingunum. Ringa gongdin kom eitt sindur óvart á liðið, og ilt var at seta fingurin á júst hvat miseydnaðist í hesum dystunum, men føroyingarnir kundu allíkavæl fara í jólafrí á øðrum plássi sum hetta árið hevði givið beinleiðis uppflyting í 3. división tí FIF hevði eitt lið í teirri deildini og kundi tí ikki flyta upp.

Januar er ein tiltikin vánaligur mánaði fyri ÍF Føroyar hondbóltin, oftast vegna próvtøkum og leikarum ið eru leingi heima í Føroyum eftir jól. Og tað mátti 1. manslið ásanna, at soleiðis var tíverri eisini hesi ferð. Fleiri leikarar manglaðu, og kostaði hetta dýrt, liðið spældi 3 dystir og tapti allar. Hetta var ein dyggur smeitur fyri uppflytingarvónirnar, tí nú vóru menninir á 3. plássi, fleiri stig aftanfyri nummar 2, og skuldu teir hava hjálp aðrastaðni frá, fyri at teir kundu koma upp á 2. plássi aftur. Og hóast liðið vann 4 av 5 teimum seinastu dystunum áðrenn kappingin varð avlýst, so taptu teir tann avgerandi dystin móti størstu kappingarneytunum úr Tune, ið endaði á 2. plássi og harvið vann seg upp í 3. división. Tá kappingin var avlýst lógu menninir á einum rættiliga tryggum 3. plássi, ið hevði merkt enn ein uppflytingardyst móti liði úr 3. División, men tað verður tíverri av ongum, nú tá kappingin er avlýst.

Sjálvt um eitt 3. pláss hevði givið møguleikan at flyta upp, so kennist tað sum at flestu leikarar á 1. mansliði sita eftir við einum ringum smakki í munninum eftir hetta kappingarárið, og kanska serliga iðra seg um ein januar mánað sum spenti bein fyri beinleiðis uppflyting. Tað nyttar tó einki at gráta um spilta mjólk, sannroyndin er at 1. manslið spælir aftur í kvalifikatiónsrekkjuni næsta kappingarár, og vónin er at triðju ferð verður eydnunnar ferð, og at liðið kann flyta upp næsta kappingarár, og tað trúgva og vóna vit sjálvandi uppá fer at bera til.

 

Sigast kann eisini at 2. manslið var um reppið at flyta upp í seriu 1, teir endaðu 1 stig aftanfyri uppflytararnar úr Sirius-Græsted, ið menninir úr ÍF Føroyum annars høvdu vunnið á. Serliga spell var, at 2. manslið hevði leikt ein dyst færri enn hini liðini, og við einum sigri høvdu teir hálað seg upp um Sirius-Græsted, og harvið flutt upp úr seriu 2 til seriu 1. Dysturin sum restaði í, skuldi leikast hóskvøldið 12. mars, men kappingin var avlýst fyrr á degnum hósdagin, og tí var hetta serliga tungt hjá 2. liði hjá monnum at taka, og eru teir sera vónbrotnir um óhepnu støðuna.

 

Takk fyri í ár

Vit vilja við hesum takka fyri í ár. Takk til leikarar, venjararar og áskoðarar.

Ein stór tøkk skal eisini ljóða til okkara stuðlar:

  • Bank Nordik
  • 62°N
  • Atlantic Airways
  • Magn
  • Amar Sport

Vit gleða okkum longu til komandi kappingarár. Venjingarnar hjá kvinnunum og monnunum byrja vónandi aftur seinast í august ella fyrst í september.

ÍF Føroyar framá!

 

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *