1.liðið hjá monnum spældi um vikuskiftið heima móti TIK-Taastrup 2, har sonur Lugi Gullfoss, stovnara av H71, spældi á høgra vongi. Seinast hesi liðini spældu, endaði tað við javnleiki. Liðið var ikki vælmannað, tá Bartal Klein Olsen lá við búkilsku og Rasmus Muller var til arbeiðis. Vit løgdu ta ætlan, at tað vóru vit sum skuldi stýra tempoinum, tá vit bara høvdu ein mann á bonkinum, sum hevði trupuleikar við knænum.
Tað var ein heldur alternativ uppstilling vit byrjaðu við, har bakspælararnir vóru ”Benny” á vinstrabakki, Andrias á miðjuni og Balle á høgra bakki. Miðverjan vóru Hoyvíkingarnir “Benny” og Andor. Liðini byrjaðu javnt, har tað vóru verjurnar og málmennirnir sum skaraðu burturúr. Vit fingu stýr á málmannin hjá teimum og komu 4-5 mál frammum. Eftir 20 min. valdu TIK at fara at mansverja Andrias, og onkur vildi vera við, at hetta mátti vera tað størsta Andrias hevði upplivað í sínari hondbóltskarrieru. Hálvleiksstøðan var 16-10. Besta detaljan í fyrra hálvleiki var tá Høgni Olafsson, sum hevði ein knæskaða, gjørdi skjóta miðu, eftir at TIK hevði skorað, har hann dribblaði frá trimum TIK leikarum og skoraði. Hoyrt var millum menn, at Høgni ikki hevði runnið so skjótt síðan tjaldingarøkið á G! opnaði í 2013.
Seinni hálvleikur helt fram sum fyrri hálvleikur endaði, har vit hildu munin á 6-7 mál. Sjálvt um tað bert vóru 7 útileikarar á liðnum, fingu vit fleiri skjótálop. TIK valdu at mansverja “Benny” í seinna hálvleiki, so vit spældu 4 móti 4, har tað bara vóru vengir i bakketuni. TIK komu aldrin tætt uppá ein sigur, og dysturin endaði 30-25.
Málskjuttar:
Benny 9(2), Torstein Balle 8, Ólavur av Fløtum Mittún 7, Andrias Sólsker 2, Andor í Horni Sivertsen 2, Kristoffur Kristoffersen 1, Høgni Olafsson 1