1. liðið hjá monnum var um vikuskiftið í Fredriksberg og leikti annan dystin av trimum uppá bert fimm dagar. Mótstøðuliðið æt KSG og lá undan dystinum 11 stig aftanfyri ÍF Føroyar. Um nøkur vón skuldi verða um at leika í 3. deild í næsta kappingarári, so var ein sigur eitt krav, soleiðis at munurin upp til 2. plássið skuldi verða so lítil so møguligt. Hópurin taldi nógvar mans, og útfrá hesum var spæliætlanin tann, at tað skuldi leikast við høgari ferð, har vit vildu renna við KSG allan dystin.
Okkara menn byrjaðu væl, og spæliætlanin kundi sigast at rigga. Torstein Balle, sum í dag lá frammanfyri sum eittari í verjuni, stressaði teirra spæl, soleiðis at menninir úr Fredriksberg gjørdu nógvar villur, og hetta straffaðu vit teir fyri við nógvum skjótálopum. Hendi tað seg, at vit ikki komu í skjótálop, so var álopsspælið hjá okkara monnum skjótt og ágangandi, og KSG høvdu sera trupult við at fylgja við. Hóast teirra málmaður stóð ein góðan dyst, kundu vit fara væl nøgdir til hálvleiks við einari stórari tíggjumálsleiðslu, 17-7.
Í hálvleikinum var ikki nógv at tosa um, og hýrurin á føroyingunum var góður. Venjaratoymið og spælararnir vóru samdir í, at her skuldi bara haldast á fram, soleiðis at vit kundu økja um leiðsluna.
Seinni hálvleikur byrjaði á sama hátt sum tann fyrri, og KSG tóktust ikki at hava funnið nakra loysn á góða spælið hjá ÍF Føroyar monnunum. Munurin øktiskt, og sum natúrligt er, byrjaðu vit at slaka av og taka skeivar avgerðir. Eitt nú varð roynt ymiskar snildir sum flúgvarar og skrúvubóltar, men hetta kundi ikki sigast at verða væleydnað. KSG fingu nøkur mál at enda við, men hóast hetta, so endaði dysturin við einum tryggum 18-32 sigri til okkara menn.
Samanumtikið eitt gott avrik, har føroyingarnir megna at mest sum vinna dystin teir fyrstu 15 minuttirnar. Nú verður alt okkara fokus sett á næstu uppgávu, sum verður móti næstfremsta liðnum Tune, sum vit eru í beinleiðis kapping við um upprykking. Tann dysturin er longu týsdagin og kann gerast sera avgerandi.
Málskjúttar:
Torstein Balle 6, Rasmus Müller 6, Bartal Klein Olsen 6(2), Ólavur av Fløtum Mittún 5, Rúni Vest Højgaard 5, Andrias Sólsker 2, Andor í Horni Sivertsen 1, Bjarki Winther Knudsen 1.