Sunnudagin 23. februar møttu vit VHC/Vidar 3 á útivølli.
Seinasti dystur ímóti teimum taptu kvinnurnar akkurát við einum máli. Tær vóru uppsettar uppá at hetta skuldi ikki henda aftur, tí tær skuldu hava tvey stig við heim.
1. hálvleikur byrjaði væl. Kvinnurnar løgdu seg skjótt á odda, og spældu gott. Tær vóru framanfyri við upp til 5 málum. Men ímóti endanum gekk ikki so gott sum ætla. Málmøguleikanir vóru fleiri, men bólturin fór ikki í mál. Hálvleiksstøðan var 10-11 til ÍF Føroyar.
2. hálvleikur byrjaði sum 1. hálvleikur endaði. Støðan var øgiliga jøvn stóran part av seinna hálvleiki, har heimaliðið enntá kom framum við einum máli. Men kvinnurnar kempaðu seg upp aftur, spældu gott saman, og endaðu dystin við einum væl uppiborðnum sigri á 21-24.
Kvinnurnar eru bert 2 stig aftanfyri VHC/Vidar, so tað er umráðandi at vinna komandi dystinar. Tað er bert ein góður mánaði til kappingarárið endar, og vit hava bara 4 dystir eftir.