Aftaná ein heldur ússaligan Januar mánaða, har vit dottu eitt sindur úr toppinum, var uppá tíðina at koma í gongd aftur. Mótstøðuliðið hesuferð vóru djóralæknarnir úr VLI, sum lógu stavn um stavn við okkum, so allar fortreytirnar fyri einum spennandi brakið vóru tilstaðar hendan vakra leygardag á Amager. Hetta var eisini síðstu dystur hjá Hanus Christophersen á hesum sinni, so vigtigt var at senda hann heim á oyggjarnar við einum sigri í hondbaggasjuni.
Dysturin byrjaði javnt, og hóast vit vóru um reppið at trekkja frá ta einu løtuna, megnaðu djóralæknarnir at hanga í og enntá fara til hálvleiks við einari eitt máls leiðslu.
Men aftaná ein góðan pep talk frá venjara toyminum Andrias og Christoffur, vóru menn klárir til seinna hálvleik. Verjan var stinn og skjótt komu tey løttu kontra málini. Vit løgdu okkum skjótt á odda og hildu leiðsluna allan vegin. Sjálvt um mótstøðumennirnir vóru djóralæknar, so var eingin av teimum, ið megnaði at handfara beistið Ólav, sum hamraði bóltar inn ferð aftaná ferð frá óvandari postitión á bakkinum. Sigurin bleiv hálaður heim, 28-25, og menn vóru fegnir um at venda ringu januar gongdini, og Hanus slapp at keypa eina síðstu rammu til menn.
Dagsins leikari bleiv Ólavur av Fløtum Mittún.
Málskjúttar: , Rasmus Müller 9, Ólavur av Fløtum Mittún 6, Torstein Balle 6, Hanus Christophersen 4, Andrias Sólsker 2, Andor í Horni Sivertsen 1, Bartal Klein Olsen 0