John Andor í Horni Sivertsen

Leikarin á bonkinum hesuferð er ein maður, ið er best kendur fyri síni teknisku evnir á høgra vongi og ein leikari, ið bæði Mladen og Satchwell hava kalla teirra “ringastu marru”, ið helst kemur av teimum óendaligu lobbarunum, ið hann hevur snikið fram við evnaríku málmonnunum. Maðurin er ongin minni enn John Bacon í Horni Sivertsen.

Navn?
John Andor í Horni Sivertsen

Aldur?
24 ára ungur

Útbúgving?
Cand.Merc.Politist

Felag í Føroyum?
Hvør helviti spyr? 188, innanfyri bøgarðarnar

Nær byrjaði tú í ÍF Føroyum?
Í fyrra árið

Pláss á vøllinum?
Altmuligmand

Lýs teg sjálvan við trimum orðum?
Heilt forbannað okey

Hvør er besti leikari tú hevur spælt við/ímóti?
Kári Mortensen tá hann var 50

Hvør er stuttligast á liðnum?
Um eg sjálvur skal siga tað, so er tad eg, meeen vit siga Bartal Klein Olsen, hann er altíð klárur við einari speiskari viðmerking.

Hvør hevur best reyv á liðnum?
Tað má vera Høgni Olafsson, hann etur so nógvar proteinir og tekur kreatin.

Hvør leikari brúkar mest tíð frammanfyri speglinum?
Tað má vera Rasmus Müller, hann er altíð seinast til og frá dysti

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?
Eg havi ongantíð verið til venjing, men ballini eru nokkso góð

Hvar sært tú teg sjálvan um 3 ár?
Fluttur av oyrasundi, liðugur sum Cand.Merc.Politist og eri blivin venjari í ÍF Føroyum.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *