Kvinnurnar byrja árið við sigri

Sunnudagin 12. januar spældu kvinnurnar móti CIK 2 á útivølli eftir eina langa jólaferiu. Kvinnurnar høvdu vunnið tveir teir seinastu dystirnar fyri jól, og tí var umráðandi við einum sigri móti CIK 2 fyri at halda góða stimanum. Føroyska liðið var eitt sindur skert, tí enn eru fleiri, sum ikki eru komnar niður aftur á flatlond. Tíbetur eru nógvar, ið traðka til, tá á stendur, og møttu fjølmentar til dyst.

Tað leikti javnt á í fyrra hálvleiki, og munurin millum liðini var ikki stórur. CIK 2 vardu við einum leikara frammi, og hetta tyktiskt at ørkymla okkum, soleiðis at spælið ikki koyrdi so væl. Hálvleiksstøðan var 11-11.

Seinni hálvleikur varð bríkslaður í gongd og vit byrjaðu væl. Verjan stóð væl og álopsspælið koyrdi nógv betri. Vit spældu skjótt og høvdu lætt við at fáa mál. CIK 2 royndi síðani at fara longur fram at verja, men hetta loystu vit eisini uttan stórvegis trupulleikar. Vit løgdu okkum skjótt framum, og spenningur kom aldrin í dystin aftur. Endaliga úrslitið gjørdist 25-30 til føroysku kvinnurnar.

Næsti dystur hjá kvinnunum verður leiktur mánakvøldið 20. januar móti Amager SK 3.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *