ÍF Føroyar menninir sigraðu í Hillerød

Leygardagin 30. novembur leikti besta mansliðið hjá ÍF Føroyum sín 10. dyst í kvalifikatiónsdeildini í ár. Uppgávan henda dagin var á útivølli ímóti Hillerød, og var hetta ein dystur ið skuldi vinnast.

Eitt sindur av ræðslu kom á føroyska liðið undan dystinum, tí at tekniski høgri vongurin, Kristoffur Kristoffersen, var blivin vilstur í Hillerød. Føroyingarnir ørkymlaðust um støðuna hjá Kris Kros, og umhugsaðu teir at seta eina “search and rescue” missión í gongd. Lukkutíð hevði Kristoffur fartelefonina í lummanum, so hann fekk sent boð eftir Andor Sivertsen, sum síðan fylgdi Kristoffur trygt yvir í høllina í Hillerød.

Dysturin var bríkslaður í gongd, og Hillerød vístu seg frá síni bestu hondbóltsligu síðu, men vardi hetta einans í 5 minuttir. Samansetingin av góðum bjargingum frá Mikkjal Hansen í málinum, og ófyrigevandi skjótálopum, gav ÍF Føroyum eina leiðslu á 4 mál. Tá ið bert 10 sekund vóru eftir av 1. hálvleiki, fáa føroyingarnir mál. Hillerød blaka bóltin niðan á miðuna, og ætla sær at geva bóltin skjótt upp fyri at svara aftur áðrenn hálvleik. 5 sekund eftir at leika. Hillerød strikuspælarin eigur at sentra, og kasta til ein viðleikara, men velur ístaðin at dribla niðan ímóti føroyska málinum. Hetta er sjálvsagt ikki lov, og dómarin dømur at ÍF Føroyar eigur bóltin. Føroyingarnir gera skjótt av, og í síðsta sekundi av fyrra hálvleiki fáa teir økt um munin til 5 mál.

Annar hálvleikur heldur á í somu útgávu sum tann fyrri. Góða føroyska verjan elvdi til sera nógv skjótálop, og dysturin var í veruleikanum avgjørdur eftir einans 45 minuttum. Tá dysturin var av vísti máltalvan: Hillerød 17 – 28 ÍF Føroyar. Ein dystur, sum føroyska liðið hevði tamarhald á mest sum alla tíð.

Dagsins leikari gjørdist Hanus Christophersen

 

Málskjúttar:

Hanus Christophersen 9, Bartal Klein Olsen 5(2), Rasmus Müller 4, Ólavur av Fløtum Mittún 4, Kristoffur Kristoffersen 3, Torstein Balle 2, Høgni Olafsson 1

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *