Javnleikur til 1. manslið eftir minni gott avrik

Sunnudagin 17. November var 1. manslið hjá ÍF Føroyum farið tað heldur langu leiðina til Taastrup at leika dyst í 8. umfari í kvalifikationsrekkjuni 2019/2020 móti TIK Taastrup. Mótstøðuliðið lá áðrenn dystin á einum 8. plássi, meðan ÍF Føroyar lá á 2. plássi við 12 stigum av 14 møguligum, so hetta var á pappírinum ein dystur sum føroyingarnir áttu at vinna. Sum eitt av fleiri øðrum liðum í deildini, spældi TIK eins og ÍF Føroyar í blaúm búna, og máttu føroyingarnir tí spæla í grønum vestum, nakað sum ikki gagnaðist teimum serliga væl.

Tað var eitt nærum fullsett ÍF Føroyar lið sum hevði funnið vegin til Taastrup, og hópurin til dagsins dyst taldi 10 mans. Undan dystinum helt venjarin hjá ÍF Føroyum eina dundur røðu, har hann millum annað legði dent á, at tað var sera umráðandi at menn vóru klárir frá byrjan av, tí teir høvdu verið eitt sindur trekir at koma í gongd í undanfarnu dystunum.

Hóast tey eggjandi orðini, so komu ÍF Føroyar menninir ikki júst flúgvandi frá byrjan, og var tað eisini sera javnt í fyrsta hálvleiki. Flestu TIK leikararnir vóru stórir og tungir, og hevði hetta við sær at heimaliðið spældi seint og tolið í álopspartinum, tó at teir eisini dugdu at útnytta møguleikarnar at skjóta nøkur kontramál, tá føroyingarnir gjørdu tekniskar villur í álopinum. Tað eydnaðist ov ofta stóru bakkunum hjá TIK at koma inn yvir miðuna og skjóta mál útifrá framvið dagsins málmanni, Aksel Berg, sum annars spældi ein heiðurligan dyst. Hóast føroyingarnir ikki vóru byrjaðir so væl sum teir vildu, so vóru teir enn við í dystinum, og fingu teir eisini betri skil á verjuna sum hálvleikurin leið, tó at nakrar individuellar villur kostaðu nøkur mál. Í álopspartinum var Hanus Christophersen aftur í dag eyðsýndur og breyt hann ferð eftir ferð ígjøgnum á uttaru síðu á bakkinum og setti bóltarnar í málið. Tað góða spælið hjá Hanus hevði við sær, at heimaliðið eftir steðgin fór út at mansverja sterka bakkin. Bæði liðini høvdu 2-máls leiðslur í fyrsta hálvleiki, og eftir fyrstu 30 minuttirnar stóð heilt á jøvnum, 14-14.

Í steðginum varð tosað um, at hóast verjan ikki var byrjað so væl, so høvdu føroyingarnir betri tak á móti endanum av fyrsta hálvleiki, og at tað mátti halda fram, samstundis sum at teir máttu vera betri til at spæla skjótari og skora mál í hinum endanum, og at royna at minka um persónligar villur sum hjálpti mótstøðuliðnum óneyðuga nógv.

ÍF Føroyar legði nógv betri frá landi í øðrum hálvleiki, og við góðum verjuspæli og álopsspæli, samstundis sum teir eisini fingu nøkur skjótálop, løgdu teir seg skjótt framum, og eina løtu var støðan 16-20 til útiliðið í grønum vestum. Men eftir hetta steðgaði aftur upp hjá føroyingunum, og heldur enn at spæla sítt egna spæl, so fekk mótstøðuliðið hálað teir niður á sítt støði at spæla. Hóast tað hevði eydnast væl at spæla seg til møguleikar at byrja við í seinna hálvleiki, tá liðini spældu 5 móti 5 eftir Hanus varð mansvardur, so gekk tað heldur striltið sum dysturin fór at halla, og eftir eina heldur ivasama útvísing til Bartal Klein Olsen, fingu TIK bart seg upp á javnt aftur 24-24 tá eini fimm minuttir restaðu í. Føroyingarnir skoraðu til 25-24, men heimaliðið javnaði við 2 minuttum eftir, og eftir at bæði liðini vóru dømd til at hava gjørt tekniskar villur í álopinum, so hevði heimaliðið síðsta álopið í dystinum, men skotið hjá toppskjúttanum hjá TIK fór í blokkin og Aksel fekk bjargað, so endaliga støðan gjørdist 25-25.

Tó heimaliðið hevði møguleikan at fara við øllum stigunum, so iðraðu føroyingarnir seg munandi meir um at hava mist eitt stig; eitt stig sum kann vísa seg at vera sera týdningarmikið í stríðnum hjá ÍF Føroyum um upprykking. Tað eydnaðist tíverri heimaliðnum at seinka ferðina á spælinum og at fáa føroyingarnar at spæla dystin eftir teirra fortreytum, og samanumtikið hevði ÍF Føroyar ikki uppiborið betri enn ein javnleik eftir ein slakan innsats.

Mista stigið merkir at ÍF Føroyar nú eru á 3. plássi, 1 stig aftanfyri nummar 2, og 3 stig aftanfyri oddaliðið FIF 3, sum føroyingarnir enn mangla at spæla ímóti. Um ÍF Føroyar menninir skulu gera sær nakrar vónir um at flyta upp í hesum kappingarárinum, so er neyðugt at teir taka sær um reiggj framyvir, og spæla munandi betri enn til dagsins dyst.

Bartal Klein Olsen og Hanus Christophersen vóru javnir í atkvøðugreiðsluni um dagsins leikara, og vóru teir eisini óivað teir frægastu hjá føroyingunum til dagsins dyst.

Næsti dystur hjá 1. mansliði hjá ÍF Føroyum er komandi leygardag á heimavølli móti Hvidovre IF 2, ið liggja mitt í deildini, og vónandi kunnu føroyingarnir reisa seg aftur tá.

 

Málskjúttar:

Hanus Christophersen 7, Kristoffur Kristoffersen 4(2),  Bartal Klein Olsen 3, Torstein Balle 3, Rasmus Müller 3, Høgni Olafsson 2, Ólavur av Fløtum Mittún 2, Andrias Sólsker 1.

 

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *