november 2019

Sigur til bæði mansliðini í vikuskiftinum

Eftir ein heldur skuffandi javnleik ímóti TIK-Taastrup 2 seinasta vikuskifti, vóru menn samdir um at hetta vikuskiftið vildu vit hava bæði stigini. Spælt varð á heimavølli leygardagin móti Hvidovre IF 2, ið vóru 5 stig aftanfyri okkum áðrenn dystin. Sum nakað nýtt hevði upphitingarstjórin hjá okkum, John Andor, tikið hátalara við í skiftingarrúmið áðrenn dystin. […]

Sigur til bæði mansliðini í vikuskiftinum Read More »

Kvinnurnar aftur á rættari leið við umráðandi sigri

Seint í gjárskvøldið leiktu kvinnurnar sín sætta dyst hetta kappingarárið. Dysturin varð leiktur á útivølli ímótir Frederiksberg HK. Undan dystinum høvdu kvinnurnar bert trý stig eftir fimm dystir, so ein sigur var sera umráðandi. Dysturin leikaði javnt á teir fyrstu fimm til tíggju minuttirnar, men hetta skuldi vísa seg at verða einastu ferð í dystinum,

Kvinnurnar aftur á rættari leið við umráðandi sigri Read More »

Javnleikur til 1. manslið eftir minni gott avrik

Sunnudagin 17. November var 1. manslið hjá ÍF Føroyum farið tað heldur langu leiðina til Taastrup at leika dyst í 8. umfari í kvalifikationsrekkjuni 2019/2020 móti TIK Taastrup. Mótstøðuliðið lá áðrenn dystin á einum 8. plássi, meðan ÍF Føroyar lá á 2. plássi við 12 stigum av 14 møguligum, so hetta var á pappírinum ein

Javnleikur til 1. manslið eftir minni gott avrik Read More »

1. manslið aftur á rættari kós í landskappingini

Eisini 1. mansliðið hjá monnum vóru í eldinum í vikuskiftinum. Teir skuldu royna at fáa armarnar niður aftur eftir sera góða avrikið móti sterka Ledøje Smørum í steypakappingini. Hetta var ein á pappírinum lættari dystur, og mótstøðuliðið hesaferð æt KSG, sum undan dystinum lá á einum 6. plássi í kappingini. Av tí at bæði kvinnuliðið

1. manslið aftur á rættari kós í landskappingini Read More »

ÍF Føroyar víðari í steypakappingini

Eftir eitt heldur tungt vikuskifti við fyrsta tapinum í hesum kappingarárinum og nakrar heldur illa spældar dystir í seinastuni, var tíðin komin at reisa seg aftur og vísa góðan stríðsvilja. Hetta skuldi gerast týskvøldið, í øðrum umfarið av donsku steypakappingini og mótstøðuliðið hesuferð var Ledøje Smørum. ÍF Føroyar liðið spældi eisini móti Smørum seinasta kappingarár

ÍF Føroyar víðari í steypakappingini Read More »