Sunnudagin skuldi 1. mansliði hjá ÍF Føroyum leika á heimavølli móti Rødovre HK 2. Bæði liðini høvdu vunnið allar dystirnar, so tað var lagt upp til ein tættan dyst. Tað var eitt skert ÍF Føroyar lið sum møtti til dystin, av tí at Ólavur, Kriss Kross, Eyðfinn og Agnar allir vóru í Føroyum. Boð vóru send eftir roynda málmanninum Mikkjal Hansen, ið hevur royndir bæði frá Neistanum og ÍF Føroyum.
Teir leikararnir sum ikki høvdu verið í Føroyum og vent í heystferiuni, valdu at fara til Møn á venjingarlegu, fyri at fínpussa spælið. Seks spælarir fóru avstað mánadag til Møn, har teir høvdu forskelligar aktivitetir, har millum annað Møns klint var vitjaður. Á venjingarleguni fingu leikarirnir eisini møguleika at smakka sær á og her var okkurt veddimál gjørt, sum tit koma at hoyra meira um seinni.
Aftur til dystin, liðið byrjaði við Mikkjal í kassanum, Torstein á høgravongi, Andrias á høgrabakki, Bartal sum spælskipari, Hanus á vinstra bakki, Rasmus á vinstra vongi og Høgni á strikuni, sum skifti við Andor í álopinum. Dysturin leikti javnt á teir fyrstu minuttirnar, eftir 10 min var støðan bert 3-2 til heimaliðið, hetta kom av at báðir málmenninir leiktu sera væl. Eftir teir 10 min bragdaði hjá føroyingunum, teir fingu nøkur mál í slag, so støðan eftir 15 min var 6-3. Útiliðið gjørdi eitt hál áðrenn hálvleik, so hálvleiksstøðan var 12-10 til heimaliðið. Mitt undir fyrra hálvleiki gjørdi vestminingurin hjá okkum, Hanus, eitt sovorði ýl móti einum av mótstøðuleikarinum, at tað hoyrdist heilt aftur til heimbygdina. Tey orð ið vóru givin vóru ikki borðbar, men mótstøðuleikarin setti seg á bonkin sum ein flongdur hundur, og kom ikki á vøllin aftur restina av dystinum.
Í hálvleikinum var tosað um at spælið og verjan koyrdu væl, men at teir fingu for nógvar returar í verjustøðu. Hettar vóru allir samdir um. ÍF Føroyar legði hart út frá byrjan og legði seg framum 16-11 eftir 35 min. Tað bleiv spakuliga bygt upp á hesa leiðsluna gjøgnum allan dystin so endaliga úrslitið gjørdis 26-17. Høvdu leikarirninr haft meira fokus móti dystarenda, hevði leiðslan kunna vera enn størri. Eitt dømið um at leikarirnir mistu fokus móti endanum var at neistamaðurin á høgravongi, Torstein, gjørdi jubelscenuna hjá Griezmann móti dystarenda, eftir tað áðurnevnda tapta veddimálið. Hetta fekk stóra øði í mótstøðu liði, har onkur hond rakti stólin í so hart. Mikkjal í málinum gjørdi sítt fyri at halda bóltunum úti, har hann millum annað bjargaði trimum brotskøstum.
Dagsins leikari gjørdist Bartal Klein Olsen við 5 av 9 atkvøðum
Málskjúttar:
Høgni 1, Andrias 2, Hanus 4, Bartal 10 (6), Torstein 5, Rasmus 4