Tryggur sigur í Helsingør

Helsingør Håndbold stóð fyri skotum sunnudagin 10. marts, tá fyrsta liðið hjá monnum skuldi royna at leggja trýst á oddaliðið úr Ledøje-Smørum, sum hetta vikuskiftið høvdu vunnið uttan dyst. Fyrri dysturin móti Helsingør bleiv á heimavølli vunnin 33-15, men mótstøðuliðið varð ikki undirmett, tí Helsingør hevur fleiri lið í betri deildum, so leikarahópurin kann broytast nógv frá dysti til dyst.

Frá byrjan var týðiligt, at hetta Helsingør liðið var betri enn í undanfarna dystinum, men hóast hetta løgdu føroysku menninir betri frá landi. Serliga var tað álopsparturin, sum koyrdi væl hjá ÍF Føroyum. Álopsavtalurnar riggaðu til fulnar, og ferð eftir ferð stóðu mótstøðumenninir sum Kánus, tá bólturin bleiv settur í Helsingør málið. Hóast teir í fleiri førum royndu at broyta verjuskipan, megnaðu teir ikki at fáa leiðsluna hjá føroyingunum aftur. Hálvleiksstøðan varð 9-16.

Í byrjanini av seinna hálvleiki hildu føroysku útisetarnir á við góðum hondbóltsspæli. Tá uml. 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, var leiðslan økt upp í 11 mál, og dysturin var so gott sum avgjørdur. Serliga var tað Kristoffur, aka Chili Klaus, sum ósvikaligt setti bóltarnar í netið. Hann fekk heili 11 mál út av 13 royndum. Eftir hetta kom stígur í hjá ÍF Føroyum. Aftaná alt ov nógvar óneyðugar feilir, bæði í verju og í álopið, varð leiðslan tódnað niður í 6 mál. Spenningur kom tó ongantíð veruliga í dystin, og tá hallarfloytan á síðsta sinni gav ljóð frá sær, stóð 23-29 á máltalvuni.

Fyrsta mansliðið hjá ÍF Føroyum, sum liggur á øðrum plássi í kvalifikatiónsrekkjuni, er í góðum stima í løtuni við fimm sigrum á rað. Tríggir dystir eru eftir av kappingarárinum, og hesir skulu helst allir vinnast, skulu menninir hava møguleika at enda á fyrstaplássi, sum hevur beinleiðis uppflyting við sær. Annaðplássi gevur atgongd til at spæla tveir uppflytingardystir móti liði úr 3. división, sum verða leiktir 6-7. og 13-14. apríl.

Stigatalvan sæst her: https://www.dhf.dk/puljer/pulje/60763

Dagsins leikari: Hanus Christophersen.

Málskjúttar: Kristoffur Kristoffersen 11, Hanus Christophersen 7, Rasmus Müller 4, Steinar A. Prestá 4 og Høgni Olafsson 3.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *