Liggja nú á deildum fyrsta plássi

Sunnumorgunin 17. februar skuldi 1. mansliðið hjá ÍF Føroyum aftur í eldin, og hesaferð var mótstøðuliðið KSG 2. Áðrenn dystin lógu ÍF Føroyar á einum øðrum plássi við 21 stigum, meðan mótstøðuliðið KSG 2 vóru á aftasta plássið við 3 stigum, og sostatt var talan um ein dyst millum topp og botn i deildini. Seinast liðini møttust vann ÍF Føroyar dystin 20-15 á Frederiksberg.

Leikgondin er soleiðis í fyrra hálvleiki, at ÍF Føroyar leggja beinavegin út við at leggja seg á odda 2-3 mál har tað serliga var klókt álopspæl og skjótt kontraspæl, sum vísti seg at eydnast væl. Málmaðurin hjá mótstøðuliðnum stóð væl í fyrra hálvleiki, og gjørdi sítt til, at munurin ikki gjørdist størri. Um miðjan fyrra hálvleik royndu vit okkum við einari 5-1 verju við Torstein sum eittara, sum tyktist at órógva álopsspælið hjá KSG. Hetta gjørdi, at vit fingu fleiri løtt kontramál, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 16-9 til ÍF Føroyar.

Í seinna hálvleiki heldur sama leikgongd fram har okkara menn spakuliga økja um leiðsluna. Her var tað ein góð verja, klókt kontra- og álopsspæl sum løgdu lunnar undir at ÍF Føroyar dróg frá KSG 2, soleiðis at endaliga úrslitið í dystinum gjørdist 31-17.

Støðan í deildini er nú soleiðis, at ÍF Føroyar er á einum deildum 1. plássi saman við Smørum á 23 stigum, har Smørum hevur ein dyst til góðar og betri málmun enn ÍF Føroyar. Tað er 5 dystir eftir at leika í kappingarárinum. Næsti dystur hjá 1. mansliðið hjá ÍF Føroyum er ímóti KSI sunnudagin 24. februar á útivølli.

Málskjúttar henda dagin ímóti KSG: Kristoffur 9, Steinar 8, Hanus 7, Rasmus 5, Torstein 1 og Høgni 1

Dagsins leikarar gjørdust Steinar og Kristoffur við eins nógvum atkvøðum.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *