Lagt var upp til sannan oddadyst, tá ÍF Føroyar týskvøldið tók ímóti VLI frá Frederiksberg. Hóast tað enn eru 6 umfør eftir at leika, vísir stigatalvan, at tad óivað verða hesi bæði lið, ið fara at kappast um 2. plássi, sum gevur atgongd til dyst um upprykking í 3. divisjón. Av hesi orsøk vóru menn eyka uppsettir, tá VLI var á vitjan.
VLI legði út við at mansverja tann altíð vælleikandi stórskjúttan Hanus Christophersen. Hetta gjørdi tó ikki, at hinir aftraðu seg. Okkara leikarar spældu tolið og umhugsið álopsspæl, sum aloftast gav mál. Í hinum endanum stóð verjan væl, og var tað verjugeneralurin Høgni Olafsson, ið sum so mangan gekk á odda. Harafturat svingaði Eli ferð eftir ferð beinið upp í loft og bjargaði fleiri opnum málmøguleikum hjá mótstøðuliðnum.
Hetta gav ÍF Føroyum møguleika at rýma undan gestunum tíðliga í fyrra hálvleiki. Tann altíð ídni og eldhugaði venjarin hjá VLI, ið hevur sæð stórsta partin av okkara dystum í ár, vildi tó ikki geva seg og koyrdi á sínar leikarar og royndi at seta teir upp. Hetta hjálpti, tí tá 40 minuttir vóru spældir stóð á jøvnum, og spenningur var av álvara komin í dystin. Onkur mótstøðuleikari hevði tó hug at gerast heitur, og var tað júst hetta okkara leikarar gagnnýttu til fulnar við at skora í yvirtalsstøðum. Spakuliga men sikkurt trektu vit okkum frá VLI og endadu sostatt við at vinna tann týdningarmikla toppdystin 29-24.
Leikandi venjarin Andrias ”Sunny Beach” Sólsker, ið fekk reyða kortið fyrstu ferð liðini møttust, var sum vera man sera væl nøgdur eftir dystin. Havast skal í huga, at Andrias og venjarin hjá VLI eru starvsfelagar, og ein kann bert ímynda sær, hvussu stemningurin hevur verið í matarsteðginum hjá Danske Bank mikudagin.
Sunnudagin fara ÍF Føroyar menn aftur í eldin. Hesa ferð er aftasta lið í kappingini, KSG 2, á skránni. Tá er tað krav, at tvey stig koma í hús!
4 leikarar fingu eins nógvar atkvøður sum dagsins leikari. Teir vóru: Høgni, Kristoffur, Rasmus og Eli.
Málskjúttar vóru: Kristoffur 7, Rasmus 6, Steinar 6, Hanus 4, Andrias 3 og Torstein 3