Sera týdningarmikil sigur í oddastríðnum

Sunnumorgunin 3. Februar skuldi fyrsta mansliðið hjá ÍF Føroyum aftur í eldin. Mótstøðuliðið hesaferð var Hillerød, sum áðrenn dystin lá á einum 5. plássið við 14 stigum, meðan ÍF Føroyar lógu á 3. plássi við 17 stignum. Fyrsti dysturin ímillum liðini var sera spennandi, har føroyingarnir vunnu 25-24 á útivølli á Hillerød. Her var tí lagt upp til ein spennandi dyst liðini millum hendan kalda sunnumorgunin í februar á Parmagade á Amager.

Steinar var ikki við í dag vegna skaða, sum hann fekk til venjing í vikuni, men verður allarhelst tøkur til komandi dyst. Liðið hjá ÍF Føroyum henda dagin taldi 8 mans.

Dysturin var, sum væntað, sera javnur og spennandi har tað var útiliðið úr Hillerød, sum legði betri út í fyrra hálvleiki. Serliga var tað takkað einum vælleikandi málmanni hjá Hillerød, sum gjørdi tað torført hjá okkara monnum at umseta møguleikar til mál. Henda gongdin helt líka fram til hálvleik har støðan var 10-13 til Hillerød. Í hálvleikinum vóru leikarnir als ikki nøgdir við gongdina, men okkara menn vóru við gott mót at venda gongdini.

Í seinna hálvleiki leggja okkara menn hart út, og eftir lítlari løtu stendur á jøvnum 15-15, men teir knágu dreingirnir úr Hillerød vildu ikki boyggja seg, ikki enn í hvussu so er. Leikgongdin í fyrra hálvleiki heldur áfram í seinna har Hillerød eru á odda, men hetta fær ein enda, tá umleið 5 minuttir eru eftir av dystinum. Tá leggja ÍF Føroyar seg á odda fyri fyrstu ferð, og eftir hetta spæla føroyingar klókt bæði í álopi og verju, soleiðis at dysturin endar við støðuni 25-22 til ÍF Føroyar.

Í seinna hálvleiki høvdu Hillerød spælarnir trupult at skorað mál har tað serliga var verjuskansin Høgni, sum blokkeraði og vardi fyri óteljandi skotum. Tað lá eisini væl fyri hjá Torsteini í álopinum, sum fekk 6 mál henda dystin.

Spælið hjá føroyingunum var ikki væl polerað hondbóltsspæl. Nei, hetta var ein arbeiðssigur har tað var viljin, sum til endans bar sigurin á mál.

Komandi dystur er ímóti VLI á heimavølli tann 12. Februar. Okkara menn taptu við 3 málum ímóti VLI í november, so lagt verður upp til spennandi dyst har ÍF Føroyar helst skal vinna fyri at halda lív í vónini um at flyta upp.

Føroyar framá!

Dagsins leikari: Torstein

Málskjúttar: Torstein 6, Hanus 6, Krisstoffur 5, Andrias 4, Rasmus 2, Eli 1, Høgni 1

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *