Enn ein sera javnur dystur hjá fyrsta mansliðnum

Sunnudagin 27. Januar skuldi fyrsta mansliðið hjá ÍF Føroyum eftir sera langan vetrarsteðg aftur í eldin. Mótstøðuliðið hesaferð var Team Arresø, ið lógu á einum 4. Plássi við eins nógvum stigum sum føroyingarnir á 3. plássi, men við tveimum dystum fleiri. Fyrsti dysturin millum liðini bæði farna heyst var sera javnur og endaði hann við einum 1-máls sigri í seinastu sekundunum til ÍF Føroyar. Tað var sostatt lagt upp til ein sera spennandi dyst millum tveir av biðlunum um upprykkjaraplássini í kvalifikatiónsrekkjuni. Dysturin skuldi leikast á heimavølli hjá Team Arresø, og lá hann í Frederiksværk, sum liggur norðast í Norðursjællandi; sanniliga langt burtur frá tryggum og kendum umstøðum á Amager hjá ÍF Føroyar monnunum.

ÍF Føroyar liðið hendan sunnudagin taldi 8 mans, og tað merkti at bert ein maður var á bonkinum, og flestu menn máttu tí fyrireika seg uppá at spæla allar 60 minuttirnar á tamb. Hinvegin var ongin tílíkur trupulleiki hjá heimaliðnum, sum hevði fullsettan bonk og hevði betri møguleikar at skifta út.

Taktiska uppleggið hjá føroyingunum áðrenn dystin var ikki serliga innviklað vegna vantandi leikarar, men ein lítil broyting frá vanligu uppstillingini var, at verjuskansin Høgni Olafsson, sum hevur leikt sum strikuleikari í álopspartinum í fyrru hálvu, varð settur at spæla vinstri bakkur í álopinum; tó var hetta ikki ein heilt ókendur leiklutur hjá hoyvíkinginum, og sást tað eisini aftur í dystinum. Inn fyri Høgna á strikuni kom Eli Nolsøe Leifsson, sum bert leikti sín seinna dyst í kappingarárinum, og gjørdi hann ein rimmar innsats og fekk eisini nøkur mál.

Dysturin byrjaði sum væntað rættiliga javnur, og liðini fylgdust nokkso væl fyrstu 5-10 minuttirnar, tó høvdu føroyingarnir munin við einum ella tveimum málum. Sum fyrri hálvleikur leið byrjaði ÍF Føroyar at draga frá heimaliðnum, og var hetta serliga takka verið góðum málmansspælið frá Eli Gærdum, og ikki minst einum framúr leikandi Rasmusi Müller á vinstra vongi sum skeyt heili 10 mál í dystinum. Hetta bar við sær at ÍF Føroyar kundi fara til hálvleiks við einari trivaligari 17-11 leiðslu. Nógvar útvísingar til føroyingarnar setti dám á fyrsta hálvleik, har teir spældu lang tíðarskeið við einum, og onkuntíð tveimum í undirtalið, og kundu teir nokk havt eina enn størri leiðslu við sær til hálvleiks, høvdu teir verið eitt sindur meira ansnir í støðum.

Team Arresø vóru sera ónøgdir við gongdina í fyrra hálvleiki, og høvdu teir eisini gjørt broytingar til seinna hálvleik, sum skuldi vísa seg at vera rættiliga effektivt. Næstan heilt frá byrjanini av seinna hálvleiki, fóru teir upp at mansverja ein av bestu monnunum hjá føroyingunum, spælstýraran Hanus Christophersen, og eisini varð ansað sera væl eftir Rasmusi Müller á vonginum. Hetta vísti seg at gera tað sera trupult fyri føroyingarnar, sum bara fingu 3 mál teir fyrstu 15 minuttirnar av seinna hálvleiki. Samstundis byrjaði kontraspælið hjá Arresø at rigga og hálaðu teir tí skjótt leiðsluna hjá ÍF Føroyum inn aftur, og miðskeiðis í seinna hálvleiki var alt á jøvnum aftur. Seinastu tíggju minuttirnir vóru sera spennandi og javnir, og hóast føroyingarnir fingu fóta sær eitt sindur í álopspartinum, so fylgdu Arresø væl við. Føroyingarnir høvdu tó møguleika at avgera dystin fleiri ferðir móti endanum, men misnýttu tíverri tá á stóð. Størsti møguleikin kom tá 15 sekund vóru eftir og støðan var 27-27. Rasmus Müller hevði júst vunnið brotskast, og Hanus Christophersen var valdur at taka. Ólukkutíð fyri føroyingarnar brast skotið hjá Hanus á innaru síðuna av stongini, og bólturin fór út til innkast. Tíðin gekk út áðrenn Arresø náddu at fáa eina roynd móti málinum, og harvið gjørdist endaliga úrslitið javnleikur 27-27, og føroyingarnir máttu heimaftur til Amager við einum stigi í taskuni.

Føroyingarnir iðraðu seg aftaná dystin um misnýttar møguleikar, sum kundi havt vunnið teimum bæði stigini, men samstundis máttu teir ásanna, at eitt stig er nógv betri enn onki, og serliga móti einum av tættastu kappingarneytunum um uppflytingarpláss. Menninir hjá ÍF Føroyum kunnu enn avgera alt sjálvir, og tað er eisini heilt víst, at tað fara teir eftir.

Vegna heldur vónbrótandi endan varð eingin atkvøðugreiðsla um hvør var besti leikari í dystinum, men rithøvundurin fornermar neyvan nakran tá hann kærir Rasmus Müller til dagsins leikara eftir ein frálíkan dyst.

Málskjúttar: Rasmus Müller 10(2), Høgni Olafsson 4, Kristoffur Kristoffersen 4, Hanus Christophersen 4(1), Andrias Sólsker 3, Eli Nolsøe Leifsson 2, Torstein Balle 1.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *