Sunnudagin 4. november var ÍF Føroyar aftur á ferð. Hesa ferð gekk leiðin heilt til Hillerød, har ósigraða heimaliðið bíðaði spent eftir teimum bláu. Men føroyingarnir høvdu heldur ongan dyst tapt í hesum kappingarárinum, so tað varð lagt upp til ein sera spennandi og javnan dyst. Seinni skuldi tað eisini vísa seg at spenningurin helt heilt til síðsta bríksl. Stutt áðrenn dystarbyrjan varð avdúkað, at Hillerød spældu í myrkabláum. Hetta hevði við sær at føroyingarnir máttu noyðast við at spæla í vesti, eitt heldur stórt vónbrot hjá monnum sum annars eru so glaðir fyri at spæla í teimum bláu blusunum. Men djørvu føroyingarnir vóru tó uppsettir uppá, at hetta ikki skuldi forða teimum í at stríðast alt teir vóru mentir.
Dysturin byrjaði eisini sum væntað sera javnt, og bæði liðini fylgdust til støðuna 4-4. Men eftir eitt gott tíðarskeið hjá væl upplagdu føroyingunum, við góðum verjustøðum og kontantum álopspæli, løgdu teir seg á odda við trimum málum, 9-6. Hendan periodan hevði harafturímóti tærað uppá orkuna hjá teimum í gulum vestum, so nakrar útskiftingar vóru neyðugar, so menn kundu halda allan dystin. Hetta bar við sær at nakrir leikarar fingu aðrar uppgávur enn teir kanska vóru vanir við, og nýtti heimaliðið hetta til sín fyrimun. Hillerød át seg spakuligani inn aftur í dystin og hevði tað ikki verið fyri ein stóran dyst frá verjuskansanum Høgna Olafssyni og góðum málmansspæli frá Eli Gærdum, kundi heimaliðið lættliga havt eina leiðslu við sær til hálvleiks. Hálvleikstøðan varð tó 14-13 til stríðsmenninar úr Føroyum.
Hillerød byrjaði annan hálvleik sum eitt ódnarveður, og løgdu seg skjótt framum. Serliga var tað spælstýrarin hjá heimaliðnum sum stóð fram, og hevði hann ein fingur við í nærum øllum málunum hjá teimum myrkabláu. Hóast eina ringa byrjan uppá annan hálvleik, fingu føroyingarnir fóta sær aftur og komu aftur uppá javnt. Liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna, inntil tað vóru eini 10 minuttir eftir. Tá varð ein taktisk avgerð tikin frá leikandi venjaranum, Andriasi Sólsker, um at mansverja unga spælstýraran hjá Hillerød. Hetta skuldi vísa seg at verða ein sera snild avgerð. Hillerød høvdu størri trupulleikar við at spæla seg til møguleikar, og listilærdu føroyingarnir spældu seg væl ígjøgnum verjuna hinumegin, og høvdu teir eina tveymálsleiðslu, tá 5 minuttir restaðu í. Seinastu fimm minuttirnir vóru sera spennandi. Hillerød megnaðu at skjóta nøkur mál, meðan ein væl leikandi Steinar Prestá i somuleiðis hevði nøkur týdningarmikil mál í hinum endanum. Men Hillerød, við einari risa áskoðarafjøld á gosi aftanfyri seg, megnaðu at koma afturíaftur. Teir fingu minkað niður í eitt mál, og tá 1 minuttur var eftir høvdu teir bóltin við møguleikanum fyri at javna. Fyrst høvdu teir ein møguleika av vonginum, men Eyðfinn Poulsen ,sum hevði avloyst ein møddan Eli í málinum, stórbjargaði. Hillerød fekk tó bóltin aftur beinanvegin, og kláraðu at spæla strikuna leysa, men enn einaferð stóð Eyðfinn fyri. Fjøldin av Hillerød fjepparum vildi vera við, at teir áttu brotskast, men floytan hjá dómaranum tagdi, og fingu føroyingarnir bóltin aftur og megnaðu at spæla restina av tíðini út so endaliga úrslitið gjørdist 24-25 til útiliðið. Fagnaðurin var stórur millum ovfarakátu menninar úr ÍF Føroyum, og vónbrotið var ikki til at goyma í andlitunum á heimaáskoðarunum, sum høvdu vónað eitt betri úrslit.
Steinar Prestá varð tepurt valdur til dagsins leikara, men allir vóru á einum máli um, at allir leikararnir høvdu gjørt sítt til at fáa 2 stig við úr Hillerød.
Málskjúttar: Steinar Prestá 5, Kristoffur Kristoffersen 5(2), Rasmus Müller 5, Hanus Christophersen 4, Andrias Sólsker 3, Torstein Balle 2, Rógvi Reinert 1