Ósigraðir eftir 4 dystir

Sunnudagin spældi 1. mansliðið hjá ÍF Føroyum ímóti Team Arresø av Nordsjællandi, ið er eitt og toppliðunum í deildini, og lógu teir á einum 3. plássið áðrenn dystarbyrjan. Okkara menn skuldu royna framhaldandi at vera ósigraðir eftir 4 dystir.

Vit byrjaðu dystin heldur illani, og fingu Arresø eina 5 máls leiðslu eftir teir fyrstu 10 minuttirnar. Hetta kom av, at vit ikki fingu loyst álopsstøðurnar nóg væl, og at Team Arresø fingu spælt seg fram til fínar málmøguleikar, har teir høvdu eydnuna vid sær í skotroyndunum.

Alt ilt hevur ein enda, og soleiðis skuldi tað eisini vera hjá okkara monnum. Eftir 20 minuttir stóð nemliga aftur á jøvnum. Við effektivum skjótálopum og útspælingum til teir báðar vengurnar Rasmus og Kristoffur, ið báðir spældu ein branddyst og vóru okkum góðir fyri 20 mál, kundu vit fara til hálvleiks vid støðuni 15-14 til okkum og einari kenslu av, at vit sjálvir kundu avgera, um vit skuldu heim við tveimum stigum í ryggsekkinum ella ikki.

Byrjanin av seinna hálvleiki var merkt av tveimum ósamanhangandi verjum, har bæði liðini so siðiligani deildu málini sínamillum. Okkara menn vóru á odda vid 1-2 málum langt inn í hálvleikin, men skjótt vendur og við nøkrum fáum brendum skotum, ið endaði við skjótálopum til gestirnar, fingu teir vent støðuni soleiðis, at teir komu á odda við tveimum málum (25-27).

Tíbetur var hetta ein dystur har marginalarnir fullu til okkara fyrimun, og tað var sera sjónligt at gestirnir blivu frustreraðir av manglandi dømingum teirra veg, kombinerað við lágum effektiviteti í teirra skotroyndum. Hetta brúktu vit alt til okkara fyrimun, og fingu vit kempa okkum á javnt aftur. Men menninir eru blivnir heldur troyttir av javnleikum – tíbetur – og við nøkrum góðum bjargingum frá Eli og einum skjótálopi frá Rasmus í doyggjandi sekundunum, eydnaðist tað okkum at koma á odda (31-30) vid tíðini 29:56, sum eisini gjørdist tad endaliga úrslitið av hesum gysaranum.

Ein søtur sigur, har tað harða arbeiðið lønaði seg.

Kristoffur ‘Kris Kros’ Kristoffersen gjørdist dagsins leikari vid sínum 12 málum.

Málskjúttar: Kristoffur 12, Rasmus 8, Steinar 3, Andrias 3, Høgni 3, Hanus 2

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *