Týsdagin 23. oktobur spældi 1. mansliðið hjá okkum dyst í móti LSH. Av tí at hetta var fyrsti dystur hjá okkara monnum ímóti hesum liðnum, vistu vit so at siga onki um teir, annað enn at teir hava vunnið báðar sínar dystir í kvalifikatiónsrekkjuni í ár. Mótstøðumennirnir vóru sera ungir, og sóu sera svangir út undir upphiting.
Áðrenn fyrsta bríksl væntaðu vit ein sera javnan dyst, og so varð eisini. Støðan var jøvn so at siga allan fyrsta hálvleik, tó høvdu vit eina leiðslu uppá 1-2 mál allan vegin. Støðan í hálvleikinum var 13-13. Fyrri hálvleikur var eyðmerktur av eini grót harðari føroyskari verju, ið stóð seg væl. Aftur hesaferð var Eli ein brandur í málinum við nógvum stórbjargingum, og bar tað við sær, at vit fingu nógvar kontramøguleikar.
Seinni hálvleikur byrjaði á sama hátt, sera javnt. Tó drógu vit frá við 2-3 málum. Hópurin hjá okkum var heldur ikki í dag breiður. Tí kundi tað tykjast sera strævið at halda hørðu verjuna og samstundis skjóta álopsspælið. Vit høvdu nógvar kontramøguleikar, ið vit brendu. Ledøje-Smørum HK fingu nøkur skjót mál, og vóru fyri fyrstuferð á odda, við tveimum málum. Endin var sera spennandi, tí vit fingu tvey skjót mál, og tað var javnleikur. Í síðsta minutti kundi alt henda. LSH vóru í álopi, og dómarirnir koyrdu armin upp fyri nøl. Onkursvegna fingu LSH brúkt allatíðina, tó uttan at skora, so dysturin endaði javnt 23-23.
Málskjúttar: Christoffur 6, Hanus 4, Rasmus 4, Andor 4, Torstein 3, Rósing 1, Høgni 1. Eli hevði 15 bjargingar.