Sunnudagin 21. oktobur spældi 1. liðið hjá monnum aftur dyst eftir ein steðg í ein mánaða. Mótstøðuliðið hesaferð var KSG 2 frá Frederiksberg, sum áðrenn dystin bert hevði eitt stig, so á papírinum sá tað út til at blíva ein nemmur dystur fyri 1. liðið. Orsaka av heystferiu og skaðum vóru vit bert 7 leikarir til dystin, so har var ríkiligt av spælitíð til allar.
Dysturin leikaði sera javnt á, har liðini fyldust upp til støðuna 5-5, men tá valdi Eli so at stongja málið restina av hálvleikinum, so hálvleiksstøðan bleiv 5-10 til okkum. Vit høvdu lagt sum upplegg fyri dystin, at vit skuldu royna at taka tempoði úr dystinum beinanvegin, tí at vit ongar útskiftarar høvdu á bonkinum. Hetta riggaði serstaklig væl, har vit til tíðir spældu seinni enn teir gera í 2. deild í Føroyum. Í seinna hálvleiki royndi KSG at seta tempoði upp, men tað riggaði ikki heilt eftir ætlan. Vit kláraðu at halda 5 máls leiðsluna og komu einaferð uppá eina 10 málsleiðslu, men til síðst í dystinum, tá sigurin var tryggjaður, og menn byrja at prøva ymsar detaljur av, fingu teir elt eitt sindur inná okkum, so endaliga úrslitið gjørdist 15-20 til okkum.
Til hendan dystin vóru nógvar detaljur at leggja merki til. Hanus, sum bleiv valdur til dagsins leikara, hevði ikki minni enn 5 skrúðarar. Hetta var kanska nakað sum A-landsliðsleikarin Rói Berg Hansen kundi taka við sær til Montenegro. Hann var nemliga staddur í høllini fyri at skaffa sær inspiratión, áðrenn báðar landsdystirnir móti Montenegro og Danmark. Ein onnur detalja, og kanska tann vigtigasta av øllum, má vera klædnastílurin hjá venjaranum hjá KSG. Um hann hevði verið við í Tour de France hevði hann heilt sikkurt vunnið. Við sínari neongrønu t-shirt og skjótusólbrillum, er tað ongin ivi um at hann vinnur ársins venjari í ár.