Tveir sera ymiskir hálvleikir

Furesø Håndbold 2 – ÍF Føroyar

Sunnudagin 23. septembur leiktu menninir hjá ÍF Føroyum fyrsta dyst í kvalifikatiónsdeildini 2018/19, og var hetta á útivølli ímóti Furesø Håndbold 2. Vit kendu einki til mótstøðuliðið undan dystinum sum so, og vistu vit sostatt ikki, hvat vit skuldu væntað av dystinum. Vit avtalaðu, at vit skuldu gera okkara besta, og vita hvar tað bar okkum.

Dysturin fór í gongd, og skjótt var greitt, at hetta fór ikki at vera ein dystur við flottum hondbóltsspæli. Bæði liðini blakaðu bóltar burtur í heilum, og sostatt varð nógv orka brúkt fyrstu minuttirnar uppá at koma skjótt aftur og fram eftir leikvøllinum. Okkara menn stóðu væl í verjuni og í málinum, og mundi hetta vera orsøkin til, at vit í øllum hurlivasinum megnaðu at uppbyggja eina leiðslu á 4 mál, tá farið var til hálvleiks, 7-11.

Vit fóru inn á vøllin til seinna hálvleik, men høvdini vóru eftir í umklæðingarrúminum. Harafturímóti vóru Furesø Håndbold nú vaknaðir, og ótu teir seg inná okkum, og tá 10 minuttir vóru eftir at leika, høvdu teir lagt seg framum við tveimum málum. Hetta ætlaðu vit tó ikki at góðtaka, og gjørdu vit eitt síðsta sprell, og tað endaði við at bæði liðini máttu taka til takkar við 1 stigi í part.

Endaliga úrslitið gjørdist 19-19, og okkara menn vóru vónbrotnir av avrikinum í seinna hálvleiki.

Málskjúttar: Hanus 7, Kristoffur 3, Steinar 2, Torstein 2, Rógvi 2, Andrias 1, Høgni 1, Arnfinnur 1.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *