Hesin dysturin var sera viktigur fyri okkum, av tí grund at Team Nørrebro vóru 3 stig frammanfyri okkum, og samstundis vunnu teir fyrsta dystin ímillum liðini. Tann fyrsti dysturin var sera merktur av, at vit vóru á odda við 8 málum eitt bil í 2. hálvleiki, men endaðu við at tapa dystin í síðsta sekundi, so her var nógv at hevna.
Hópurin í dag var sera merktur av, at leikarir hjá okkum ikki vóru tøkir av ymsum orsøkum, og sostatt møttu vit upp við 8 monnum til dystin. Sum tað ikki var tungt nokk, so forsvav Hanus seg fyri aðru ferð í ár og møtti stutt áðrenn dystarbyrjan. Alt hetta viðførdi, at vit byrjaðu við einum vinstrahentum vinstravongi í Torstein, sum spældi ein fínan dyst á einum óvandum plássi, har hann fekk nøkur mál.
Vit løgdu hart út at byrja við, har vit koma á odda 0-5 uppá teir fyrstu 8 min. Tó heintaðu Team Nørrebro tí leiðsluna og javnaðu til 5-5. Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, har okkara 6-0 verja stóð væl, og álopið kom væl fyri seg aftaná ein málsteðg á 5-8 min. Liðini fylgdust til hálvleiks, har bæði liðini vístu gott álopspæl sum viðførdi, at har komu nógv mál í fyrra hálvleiki. Tann avmarkaði hópurin viðførdi, at vit ikki kundi renna 2. bylgju uttan har var ein leikari hjá teimum, sum ikki náddi aftur og harvið ein góður møguleiki.
Í 2. hálvleiki byrjaði tað við at vera sera tætt, har liðini skiftust um at skora mál, men við einum sera vælspælandi Eyðfinn aftanfyri eina góða verju, komu vit á odda við einari leiðslu uppá 2-3 málum uml. 10 minuttir aftaná hálvleik. Miðskeiðis í hálvleikinum kemur harði hundurin Høgni Olafsson út at skifta troyggju, tí hann hevur gingið runt og turka blóð upp í tí hvítu troyggjuna, so hon sær út sum eitt miseydnað meistaraverk hjá einum listafólki. Har komu eitt sindur av nervum á, tá vit tapa eina yvirtalsstøðu 2-0, har vit geva teimum 2 løtt mál. Vit komu tó á rætt spor aftur við at spæla fornuftigt álopsspæl, tá teir aftur vera 6. Teir vera eisini merktir av, at playmakarin hja teimum fær reytt kort fyri 3×2 minuttir, ið hjálptu okkum eitt vet, tí hann var millum bestu leikarir hjá teimum hendan dagin. Aftaná tað reyða kortið hevði teir ikki nógv at koma við í álopinum, og vit byrjaðu at fanga nakrar bóltar frá teimum og fara í snarálop. Hetta saman við einum væl spælandi álopi teir seinastu minuttirnar gjørdi, at vit komu til endaligu støðuna 20-26.
Sum heild var dysturin sera góður frá okkara síðu, har allir bjóðaðu inn við nógvum góðum, sjálvt um vit vóru avmarkaðir í útskiftingarmøguleikum. Okkara 6-0 verjan riggaði sera væl til tíðir, og Eyðfinn stóð ein sera góðan dyst, har hann hevði fleiri sera góðar bjargingar, sum hevði við sær, at hann bleiv valdur til dagsins leikara.
Dagsins leikari: Eyðfinn Poulsen