Eftir eina heldur keðiliga kappingarbyrjan vóru menn svangir eftir at fáa fyrstu stigini á kontuna hóskvøldið 2. novembur, har mótstøðuliðið var Nørrebro. Nørrebro hava vit ofta møtt fyrr, og plaga dystirnir okkara millum at vera tættir og spennandi. Soleiðis skuldi eisini verða í dag.
Okkara menn løgdu væl frá landi, og líkt var til at tað nú endiliga skuldi eydnast. Eyðfinn í málinum stóð sum ein múrur, verjan var sterk og av hesi orsøk fingu vit kontramálini, sum hava verið saknað, at rigga. Vit tóku beinanveg eina góða leiðslu á eini 7 mál, sum vit hildu til hálvleik. Í øðrum hálvleiki settu vit ferð á og øktu um leiðsluna, og kenslan av at vit fóru at vinna var til staðar.
Men so steðgaði brádliga upp… Orkan rann undan, persónlig mistøk gjørdu, at bóltar vórðu sløsaðir burtur, og verjan var ótøtt. Spakuliga byrjaði Nørrebro at nærkast okkum, og tá 2 min. vóru eftir at leika, høvdu teir etið seg inn á okkum, soleiðis at nú stóð á jøvnum. Í síðsta minutti løgdu teir seg á odda, men vit svaraðu aftur, tá klokkan sló 29.54 í øðrum hálvleiki. Fyrsta stig okkara var um at vera rokkið, men Nørrebro vildi tað øðrvísi. Í siðsta sekundi megnaðu teir at skora til 29-30, og endaðu vit sostatt við enn einum tapi.
Í 40 min. spældu vit sera góðan og skjótan hondbólt, men tíverri fyri okkum megnaðu vit ikki at halda fast og hála sigurin heim. Beiskur var smakkurin, tá vit fóru av vøllinum, og vit kunnu takka av sjálvum fyri, at vit ikki vóru nóg nærlagdir og kyniskir og lukkaðu dystin, tá vit høvdu møguleikan. Sunnudagin spæla vit móti Herlev, og tá fara vit at finna tað góða spælið fram aftur og vinna okkum tey fyrstu stigini.
Dagsins leikari gjørdist Eyðfinn Poulsen.
Málskjúttar: Jóannes 6, Torstein 5, Hallur 5, Hanus 5, Rasmus 4, Steinar 3, Kristoffur 1.