Hann er eftir hondini ein av royndastu leikarum á 1. mansliðnum, kyndlamaður við stórum K, og so er hann ikki í iva um, hvør brúkar mest tíð frammanfyri speglið. Leikarin á bonkinum hesa ferð er Andrias Berglíð Sólsker.
Fødd/ur: 26.06.1991
Útbúgving/arbeiði: 3. ár HA-Almen á CBS
Parlagsstøða: Damu
Nær flutti tú til DK: Eg flutti til DK 5. August 2015
Felag í Føroyum: Kyndil
Nær byrjaði tú í ÍF Føroyum? Eg byrjaði at venja við ÍF Føroyum so skjótt eg flutti niður. So tað var til kappingarbyrjan 2015.
Pláss á vøllinum: Kann spæla høgri bakkur og høgri vongur. Spæli í løtuni mest á høgra bakki.
Lýs teg sum hondbóltspælara við 3 orðum: Føroya besta vinstraarm 😉
Hvør er besti leikari, tú hevur leikt saman við? Tað er torført at velja ein burtuúr. Um eg endiliga skal velja ein framum allar aðrar, vildi eg mett tað at vera Høgni Klein.
Hvør er besti leikari, tú hevur leikt ímóti? Heini Hanusarson var góður bæði í álop og verju.
Hvør er stuttligast leikarin á tínum liði? Rógvi Reinert hevur altíð okkurt gott at bjóða uppá.
Hvør á liðnum brúkar mest tíð frammanfyri speglinum? Tað er ikki so ringt at svara uppá. Kristoffur Kristoffersen.
Hevur tú eina stuttliga søgu frá tínari tíð í ÍF Føroyum? Dysturin ímóti Team Sydhavnsøerne seinasta kappingarár í Rødby var ein dystur sum var eitt sindur serligur. Tá ið vit møta upp í høllini tekur ein føroyingur, sum býr í býnum, ímóti okkum og bjóðar vælkomin. Tá ið vit hita upp til dystin vísir tað seg at hann er ”hallar-dj” og at hann bara spælir gamlar føroyskar sangir undir upphiting. Eftir dystin hevði hann keypt ein kassa av øl til okkum har ið vit fingu eitt gott prát við hendan mannin. Minnist tíverri ikki navnið á manninum, men Kristian Dulavík fekk ein nýggjan besta vin hendan dagin.
Hvar ert tú stødd/staddur um 5 ár? Tað vil tíðin vísa. Tá eru eg, daman og sonurin nokk flutt aftur til Føroyar og búgva í Tórshavn. Vónandi spæli eg eisini við Kyndil tá.