Ikki nóg neyvir

Annar dystur í hesum kappingarárinum varð leiktur í gjár, 1. oktobur. Mótstøðuliðið hesa ferð var Team Helsinge, sum enn hevði sín fyrsta dyst til góðar.

Heimaliðið vísti seg at vera væl upplagt til dystin, og serliga ein væl spælandi høgri bakkur gav okkum trupulleikar. Helsinge komu framum tíðliga í dystinum, sum ikki gjørdi uppgávuna lættari hjá okkum. Álopið koyrdi væl í fyrra hálvleiki, men ov nógv løtt mál komu ígjøgnum í okkara enda. Hálvleiksstøðan var 16-10.

Seinni hálvleikur fór í gongd, og nú gekk betur hjá okkara monnum, sum megnaðu at minka munin niður á 3 mál. Serliga var Hanus Christophersen eyðsýndur, har hann megnaði at skora 11 mál. Verjan saman við einum vælspælandi málmanni stóð væl, og vit fingu nógv skjótálop, har vit tíverri ikki vóru nóg neyvir. Støðan var 25-22, tá seks minuttir vóru eftir, men nakrar býttar útvísingar gjørdu, at vit ongantíð megnaðu at koma tættari at mótstøðuni úr Helsinge, og endaliga úrsltið gjørdist 29-23.

Málskjúttar: Hanus 11, Rasmus 5, Kristoffur 4, Andrias 1, Torstein 1, Eli 1.

Dagsins leikari: Hanus

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *