Ein sigur!

So kom hann um síđur, sigurin iđ vit hava sakna síđani Novembur.

1. mansliðið spældi dyst tann 19. februar móti Herlev/Hjorten. Undan dystinum var greitt, at vit vóru nakað skerdir. Hallur var í Føroyum og klappaði eftir onkrum dysti har, Eirikur, ið so smátt er byrjaður at gera um seg á 1. liðið var skaddur, og somuleiðis Rósingur, okkara bastión í kontrafasuni. Skerdir vóru vit, men tað sást ikki á lagnum, menn vóru sera við uppá tað hendan dagin, hetta var ein dystur, ið skuldi vinnast, bæði á pappírinum og á vøllinum.

 

Okkara høgt virdi venjari, harra Tróndur,  gjørdi eitt gott taktiskt “upplegg” áðrenn dystin, og varð hetta fylgt til prikkin, planurin var at vinna og so varð gjørt. Vit koma framum tíðliga í dystinum og halda allan dystin, og endar dysturin við einum tryggum sigri. Okkara høgt virdi venjari, harra Tróndur,  gjørdi eitt gott taktiskt “upplegg” áðrenn dystin, og varð hetta fylgt til prikkin, planurin var at vinna og so varð gjørt. Vit løgdu okkum á odda beinan vegin og hildu faktiskt leiđsluna allan dystin. Vit høvdu sera lætt viđ at skora og teir royndu at mannsverja beiggjarar báðar Trónd og Rók. Rókur, iđ var komin út á sin gamla bak at spæla, skilti heldur ikki hví teir mansvardu hann.

Men hettar gjørdi so tađ, at Steinar fekk meira pláss at spæla í enn tađ er ímillum húsini á Skála. Hann takkađi fyri viđ at skora mest mál og bleiv hann eisini dagsins leikari. Vit vunnu dystin 34-28.

Tađ vóru fleiri í høvdu ein góđan dyst hendan dagin og tađ var sera gleđiligt at síggja leikarir smílast eftir dyst. Søgur siga at sjálvt Lars klárađi ikki at goyma smíli vekk

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *