Enn eitt tap, men vit nærkast.

Týskvøldið 24. Januar tóku vit ímóti Hvidovre á heimavølli. Lagt var upp til ein spennandi dyst, har vit skuldu hevna tapoð, ið Hvidovre gav okkum í fyrsta umfarið. Vegna skaðar hjá Eiriki og Rósing, gjørdist uppgávan enn truplari enn væntað.

Gestirnir løgdu best frá landi og løgdu seg beinanvegin fram um við trimum málum. Vit bardust fyri at fanga teir aftur og fingu so spakuliga etið okkum inn á teir aftur. Hálvleikssteðgurin var sostatt 13-16.

Í øðrum hálvleiki byrjaðu gestirnir at trekkja frá okkum aftur og øktu um leiðsluna. Brádliga byrjaði verjan nú at standa heilt væl, og vit gjørdust effektivir og skoraðu uppá kjansirnar. Harvið megnaðu vit at koma upp á 19-20, tá á leið 10 min. vóru eftir at leika. Hóast eitt gott úrslit var í eygsjón, máttu vit ásanna, at tekniskar villur og brend skot allarhelst vóru orsøkin til, at vit fóru heim aftur við einum 26-29 tapi hetta kvøld. Tungt er at leggja tap í skjáttuna, men tað er at gleðast um, at góður stríðsandi og glottar av góðum og skjótum spæli vóru at síggja.
Hóskvøldið 26. januar leika vit aftur í Næstved, og her er talan um steypadyst, har ein møguleiki er tað einasta, vit fáa. Vind eller forsvind.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *