Køge – ÍF Føroyar
Leygardagin fyri gott tveimum vikum síðani spældi 1. Manslið hjá ÍF-Føroyum landskappingardyst ímóti Køge, ið liggja í “top” 4 í deildini. Fyri at fyrireika seg best møguligt til dystin, var ein eykað venjing fríggjakvøldið, har dentur var lagdur á hvussu Køge skipar seg í álopinum og verjuni.
Rói okkara langa úr Vestmanna skipar fyri einari góðari upphiting, vestmenningurin er klárur… Allir eru klárir til hesa uppgávu ein leygardag síðs í Novembur!
Dysturin leikar hart á, liðini eru jøvn, har sæst, at menn hava fyrireika seg væl til dystin, teirra skjúttar verða hildnir aftur eftir ætlan og okkara málmenn standa væl. Hálvleiksstøðan er 13-12 til Køge.
2. hálvleikur minnir nógv um fyrra, nógv tempo, og til tíðir besti hondbóltur, ið leiktur er frá okkum í ár, revsa teirra feilir, vinna yvirtals støður v.m. Teir royna at mansverja, og hetta verður eisini “straffað” av okkum. Sum heild ein góður dystur, ið ÍF Føroyar vinnur 32-29. Dagsins leikari gjørdist Eirikur, ið eisini gjørdist besti málskjútti við 13 málum (viðmerkjast kann at tað er hann sjálvur sum hevur talt). Hipp hipp hurrá fyri ein góðan leygardag, ið endaði við turrum fiski og eplum í skiftingarrúminum aftaná dystin.
Málskjúttar: Eirikur 13, Rósing 4, Hallur 4, Rókur 3, Tróndur 3, Rói 2, Steinar 2 og Teitur 1.
Høvuðsstuðul hjá ÍF Føroyum er BankNordik.