Team Arresø heimaftur við ongum

Sunnudagin 6. november var ein dagur, har øll liðini hjá ÍF Føroyum skuldu spæla dyst á heimavølli, tó varð dysturin hjá 1. liðnum hjá monnum útsettur orsaka av landsliðsdystunum, ið vóru í Polen um vikuskiftið, har fleiri av okkara monnum vóru úttiknir til.

1. liðið hjá kvinnunum høvdu ein dyst á skránni kl. 17.30 ímóti Team Arresø, ið høvdu tikið longu leiðina úr Fredriksværk, ið liggur í norður Sjællandi.

Tá statistikkurin ikki sá so góður út við trimum tapum og tveimum sigrum áðrenn dystarbyrjan, so vóru kvinnurnar upplagdar og klárar at kempa seg til ein sigur.

Dysturin leikaði javnt á fyrstu 10 minuttinir, men síðani drógu okkara frá. Tá umleið 20 minuttir vóru farnir var støðan 10-4 til okkara kvinnur, hóast tær til tíðir høvdu tað torført í báðum endum. Málmenninir stóðu væl og tóku eisini nøkur straffir, ið gjørdu, at vit kláraðu at halda teimum á so fáum málum. Síðstu minuttinir í fyrra hálvleiki valdu Team Arresø at mansverja eina av okkara. Tað gjørdi, at tær, ið spældu á bakkunum, fingu meira pláss, og tað dugdu tær væl at útnytta.

Hálvleiksstøðan gjørdist 14-6.

Seinni hálvleikur var eitt sindur rótutur, tá Team Arresø framhaldandi valdi at mansverja eina av okkara kvinnum. Tá tann mansvarda fór inn á strikuna, tóku tær næstu kvinnuna út, so tær allatíðina høvdu eina kvinnu mansvarda. Tað gjørdi, at hinir útispælarinir máttu taka ábyrgd, og tað gjørdu tær eisini. Álopsspælið gekk væl, og tað var nógv pláss báði inni á strikuni og hjá bakkunum at bróta seg ígjøgnum. Tað dámdu ikki Team Arresø og broyttu tí verjuna til eina 6-0 verju aftaná 15 minuttir av seinna hálvleiki. Tað broytti ikki nógv fyri okkara kvinnur, ið vóru frammanfyri við 10 málum, tá 5 minuttir vóru eftir.

Endaliga úrslitið gjørdist 27-18 til okkara kvinnur. Kvinnurnar hava nú tríggir sigrar og trý tap, sum leggja tær á eitt 7 pláss í kappingini eftir 6 umfør.

Næsti dystur er ein steypadystur, ið verður spældur heima týskvøldið kl.18.10  ímóti AG Håndbold, sum spælir í 3. division. Tað hevði verið stuttligt, um tað gekst teimum væl í hesum dystinum eisini.

Liðið til dystin:

Maria D. (8), Birita O. (7), Birita M. (6), Edith (3), Oddvør (1), Vár (1), Rúna (1), Anna, Helena, Beinta og Maria S.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *