ÍF Føroyar – HUK-Øresund 2
Leygardagin 15/10 spældi 1 liðið hjá ÌF-Føroyar kvinnunum sín fjórða dyst í hesum landskappingarári. Leikt varð á heimavølli móti HUK-Øresund 2, ið frammanundan dystinum einki stig hevði fingið fyri sínar dystir. Dagurin byrjaði við felags morgunmati, so lagt var upp til ein góðan dag, har ein sigur var eitt krav.
Dysturin byrjaði væl, og okkara kvinnur spældu sera væl. Álopsspælið gekk sera væl fyrstu tíðina; ferðin var høg, avtalurnar vórðu hildnar, og lættar á tærnum brutu okkara kvinnur seg ígjøgnum teirra verju. Serliga setti Maria Dahl nógvar bóltar í netið við sínum góðu langskotum, og við heili 9 málum gjørdist hon toppskorari í dystinum. Eisini gekk verjuspælið serstakliga væl fyrstu 30 minuttirnar. Verjan var sum ein múrur, har eingin mótstøðuleikari slapp í gjøgnum. Tað skuldu nærum ganga 15 minuttir, áðrenn mótstøðuliðið fekk sítt fyrsta mál, og í fyrra hálvleiki fingu tær einans 5 mál, harav 2 vóru brotskøst. Alt í alt ein sera væl leiktur hálvleikur, sum endaði 14-5 til okkara kvinnur.
Seinni hálvleikur skuldi tó vísa seg at gerast eitt vet truplari enn fyrri. Ferðin á mótstøðuliðnum fór upp, og áðrenn vit høvdu vent okkum, høvdu tær skorað 5 mál. Seinni hálvleikur bar brá av nógvum álops-, verju- og málmansmistøkum, ið gjørdi, at dysturin gjørdist nógv javnari, enn neyðugt var. Dysturin endaði 25-21, og harvið vunnu okkara kvinnur sín næsta dyst í inniverandi kappingarári. Komandi dystur verður leiktur á Bornholm tann 29/10.
Liðið til dystin: Maria S., Anna (1), Vár, Birita O. (3), Oddvør, Birita M. (5), Rúna, Edith (5), Helena (1), Stina, Maria D. (9) og Una (1).