Nú byrjar kappingarárið – Samrøða við Niklas

Nú byrjar hondbólturin av álvara aftur. Hetta vikuskiftið spæla trý av okkara fýra liðum sín fyrsta dyst í síni deild. Bæði liðini hjá monnunum fluttu, sum flestum kunnugt, upp seinasta kappingarár. Spennandi er tí at vita hvussu tað fer at gangast liðunum í nýggju deildum teirra, ávíkavist 2. division og kvalifikationsrækken.

Kappingarárið hevur longu fingið eina góða byrjan. Seinasta hósdag vann besta kvinnuliðið sín fyrsta steypakappingardyst.

 

Vit hava hitt nýggja venjaran hjá monnunum, Niklas Reginsson fyri at hoyra, hvussu fyrireikingarnar til kappingarárið hevur verið og fyri at hoyra meir um spennandi avbjóðingina í 2. division.

”Eg haldi, at fyrireikingarnar hava verið góðar. Av tí at tað er ymiskt, nær leikarar koma aftur til Danmarkar eftir summarfrítíðina í Føroyum, eru vit allir ikki samlaðir fyrr enn fyrst í september, og tí eru vit komnir nokk so seint í gongd við at venja, ímun til donsku feløgini. Menn hava tó hildið seg í gongd í feriuni. Nógvir mans hava tó verið til venjing, og tað hevur givið mær møguleikan til at skipa fyri eini fjølbroyttari venjing. Vit hava spælt tveir venjingardystir í móti Amager SK, har vit megnaðu at vinna. Nógv gott hevur verið at sæð í teimum dystunum, men vit sóu eisini, at okkara álopsspæl má verða betri skipað, so hetta hava vit lagt eyka dent á hesa vikuna.

Sum tey flestu vita, so eru tvey tey seinastu kappingarárini endað við uppflyting. Aftur í ár verður spennandi at vita hvussu vit klára okkum í mun til støði í nýggju deildini. Sjálvsagt er støðið hægri og vit mugu vera klárir til hvønn dyst fyri at fáa nakað burturúr. Ein greiður málsetningur er ikki settur. Vit taka ein dyst á gangin, og so fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur.”

 

Spurdur um hvat hann kennir til 2. division og fyrsta dystin sum verður leiktur seinni í dag á útivølli móti Hvidovre IF, sigur Niklas soleiðis:

”Eg havi sjálvur spælt við IF Stadion í 2. División, so eitt sindur kenni eg til støðið. Tað, sum eyðkennir 2. División er, at man ikki kann gera nakrar feilir uttan at teir vera revsaðir “prompte”. Tað merkir, at vit mugu spæla klókt og skipað, men tað haldi eg eisini at okkara leikarar eru førir fyri.

Vónirnar til dagsins dyst eru góðar. Vit hava vant manssterkir hesa vikuna og føla okkum klárar til dystin. Vit virða mótstøðuna, tí vit vita, at Hvidovre endaði á 3. plássi í 2. División í fjør, so tað verður avgjørt ikki nakar lættur dystur. Vit fara tó inn á vøllin fyri at vinna dystin, og tann hugburðin hava vit við til hvønn dyst.”

 

Til endans var Niklas spurdur um heilt stutt at lýsa seg sjálvan sum venjara:

”Eg taki mína venjarauppgávu í fullum álvara og eri væl fyrireikaður til hvørja venjing. Eg havi tó ikki so nógvar royndir enn, men eg føli at eg mennist við uppgávuni eftir hvørja venjing.”

 

Vit ynskja Niklasi og øllum liðunum hjá ÍF Føroyum góða eydnu við kappingarárinum.

Koyr á ÍF Føroyar!

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *