Leikarin á bonkinum
Navn:
Anja Eliasen
Føddur:
18.08.1992
Útbúgving/arbeiði?
Eg lesi til tannrøktara, Københavns Universitet
Parlagsstøða?
Í parlagi við Rógva Sørensen.
Nær flutti tú til DK?
Summari 2013
Felag í Føroyum?
Kyndil
Nær byrjaði tú í ÍF Føroyum?
Veturin 2013
Pláss á vøllinum?
Høgri vongur
Lýs teg sum hondbóltspælara við 3 orðum:
Vinstrahent, prátingarsom, kappfús 😉
Hvør er besti leikari tú hevur leikt við?
Fáur eru, ið megna at skjóta hol á plexiglas-rútin á klokkuni í Vági. Tí útnevni eg Barbaru Brauer.
Hvør er besti leikari tú hevur leikt ímóti?
Gløgga, snilda og evnaríka vinkonan, Bára Hansen.
Hvør er stuttligast leikarin á tínum liði?
Suðuroyingarnir eru fínir, tær megna tó ikki at taka Stinu á hesum frontinum.
Hvør á liðnum brúkar mest tíð frammanfyri speglinum?
Uttan iva Maria Dahl, loyvi mær at ivast, hvar tað kemur frá. Møguliga hevur hon einki spegl heima við hús.
Hevur tú eina stuttliga søgu frá tínari tíð í ÍF Føroyum?
Eftir venjing eitt vetrar kvøld november mánaða, fara vit sum vant í hitarúmið í Sundbyhøllini. Edith opnar spent hurðina og gleðist at sleppa inn í hitan. Heldur óvantað ber hon eyga á ein stóran brúnan klatt (10x10cm) á flógva gólvinum. Hon heldur við, at tað má vera mold. Út frá royndum fáa Helena og Maria skjótt staðfest, at so er ikki!
Fá brúka hitarúmið, so tað kundi hugsast, at onkur av monnum var illa trongdur og ikki náddi á vesi. 😀
Hvar ert tú stødd um 3 ár?
Eftir eina langa ferð út í víðu verð, eri eg aftur lesandi og búðsitandi í Keypmannahavn.