Heimasigur til kvinnurnar

 

Sunnudagin 28. februar skuldi 1. kvinnulið aftur í eldin, hesaferð vóru tað damurnar úr Taastrup, ið vóru á vitjan. Tær liggja niðanfyri okkum á stigatalvuni, og tískil var bert ein sigur nøktandi.

 

Væl mannaðar við tveimum málkvinnum fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið løgdu vit hart út og komu fram um beinanvegin. Hendan fýra-fimm málsleiðslan helt sær allan dystin, og talan var um ein málríkan dyst. Endaliga úrslitið gjørdist 30-25.

 

Myndin er tikin í Allinge í Norðurbornholm, har vit vóru á vitjan næstseinasta vikuskiti. Ein langur, men frálíkur túrur í góðveðrinum, tó so at heimaliðið vann dystin 28-19. Sigast skal, at nógv verður gjørt burturúr tá leikt verður, málskjúttarnir verða róptir upp, lokala sjónvarpið er til staðar og nógvir áskoðarar høvdu leita sær í høllina hendan sunnudagin.

 

Komandi dystur er longu mikudagin 2. mars, tá oddaliðið VLI tekur ímóti ÍF Føroyar kvinnum í Fredriksberg.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *