Dagføring frá kvinnunum

Árið byrjaði ikki ideelt fyri 1. kvinnulið hjá ÍF Føroyum. Jólafrítíðin gjørdist eyka long, tí DM í Basketball skuldi leikast í venjingarhøll okkara, og tað gjørdist týðiligt, tá vit taptu stórt ímóti ávikavist FIF og Fremad Valby.

Jólagásin var tíbetur runnin av okkum, tá vit leygardag, 30. januar, tóku ímóti Team Amager, sum undan dystinum lá ovast á tabelluni. Vit førdu allan dystin, men hóast tað máttu vit noyðast við javnleik í síðsta minutti. Hugburðurin ein heilt annar enn til undanfarnu dystir, og spælið var nógv betur.

Tá møtt varð til morgunmat hjá Onnu sunnudagin, var hugurin og viljin til at vinna aftur sjónligur. Tað merktu kvinnurnar frá Íshøj eisini frá byrjan – eftir 20 minuttum førdi ÍF Føroyar 8-1. Mótstøðuliðið royndi at toga tempoið úr dystinum, og vit svaraðu aftur við skjótálopum. Verjan arbeiddi væl, og tá tær komu til skotmøguleika, stóð Erla klár í málinum. Tað var stórur munur á liðunum, og var tað kanska orsøkin til, at konsentratiónin glapp miðskeiðis í dystinum. Tað gjørdist ongantíð spennandi, men við endaliga úrslitinum 14-19, vóru vit samdar um, at tað kundi gerast betri.

Eftir frívikuskiftið gongur leiðin til Bornholm, har 1. kvinnuliðið møtir Team NH. Fyrri dysturin var tann fyrsti í kappingini, og vann Team NH hann 21-29. Liðið hevur ment seg nógv síðan, og vit ætla okkum at koma aftur av sólskinsoynnið við trimum stigum.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *