ÍF Føroyar gleið forbí FIF á fyrsta kavadegnum hendan veturin.

Eftir nøkur missjøvn úrslit hevði ÍFF, undan dystinum ímóti FIF, fóta sær nakað og vunni tveir dystir á rað. FIF var liðið sum fyri tveimum árum síðani vann kvalifikatiónsrekkjuna sannførandi  frammanfyri m.a. ÍFF. Tí var hetta eitt slag av ’revanchedysti’ fyri føroyingarnar.

ÍFF byrjaði dystin væl. Við einari sterkari verju og góðum mótálopum løgdu teir seg klárt á odda. Sum fyrri hálvleikur leið, fótaðu FIF sær, men í teimum síðstu minuttunum av fyrra hálvleiki øktist munurin frá 10-7 til 15-9 til føroyingarnar.

Seinni hálvleikur byrjaði javnari enn fyrri. Liðini skiftust um at skora. Tað sást tíðliga at liðið frá Frederiksberg gjørdi eina heil-hjartaða roynd fyri at fáa okkurt burturúr dystinum. Sum seinni hálvleikur leið, ótu teir seg eisini meira og meira inná leiðsluna hjá ÍFF, og eina løtu seinni vóru ikki meir enn tvey mál á muni. Hetta komst serliga av, at stígur var komi í føroyska álopsspælið, og var hetta revsa við skjótum mótálopum frá mótstøðuliðinum. Sigurin var hóast alt ongantíð verðuliga í vanda, tí føroyingarnir fingu vent ringu gongdini og vunnu ein trivaligan sigur. Endaliga støðan gjørdist 28-24 til ÍF Føroyar.

Málskjúttarnir: Bogi Davidsen 5, T.P. Hanusarson 4, Tróndur Kragesteen 4, Bjarti Hansen 4, Jóannes Prestá 4, Rói Lamhauge 1, Rókur Akralíð 1, Kristoffur Kristoffersen 1 og Lítli Eirikur 1.

Dagsinsmaður gjørdist Lars Black við 4 atkvøðum.

Dagsins góðu gerð stóð Rókur Akralíð fyri.

Eik stuðlar besta mansliðið!

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *