Skuffandi javnleik heim við úr Taastrup

Sunnukvøldið 15. nov. snaraðu kvinnurnar á 1. liði vestureftir og leitaðu sær til Taastrup. Málið var, at 2 stig skuldu vinnast heim fyri at koma á eitt deilt 2. pláss. TIK Taastrup liggja undir okkum á stigartalvuni, og vónin um sigur var góð.

 

Meginpartin av dystinum lógu vit 2-3 mál frammanfyri, og tær runnu aftaná. Kvinnurnar í TIK Taastrup skjóta sera væl uttanfyri 3. meturin, og tað gongur ein løta, áðrenn vit traðka eitt fet út og fáa steðgað bak- og miðspælarunum. Alt í alt koyrir verjan væl, eins og hon hevur teir seinastu dystirnir. Álopini líkjast eisini meiri og meiri. Spælið gongur væl, og vit koma til góðir møguleikar. Vit gera nógv færri tekniskir feilir, og fáa eisini nøkur skjótálop. Hóast góða gongd, so skjóta vit illa, og bólturin kemur alt ov sjálvdan í málið. Birgir, venjarin, hevur miðað eftir skotvenjingunum í seinastuni, men skotini eru enn ov óneyv – ofta beint á málmannin! Undantak í hesum dystinum var Maria, sum heklaði 7 mál í kassan. Maria, koyr á!

 

Í teimum síðstu minuttunum av dystinum takkla vit ov illa, og TIK Taastrup kvinnurnar fáa mál í okkara enda, men vit fáa ikki mál í hinum endanum. Endaliga úrslitið verður 23-23.

 

Næsti dystur hjá kvinnunum á 1. liði er leygarkvøldið 21. nov. á Frederiksberg, har vit fara at bomba øll skotini INN í málið! ÍF Føroyar, koyr á!

 

Málskjúttar og liðið hendan dagin: Maria 7, Birita M. 3, Birtia O. 3, Edith 3, Turið 2, Anja 2, Andrea 2, Stina 1, Helena,  Anna og Erla.

 

Keel Solutions stuðlar kvinnunum!

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *