BOOM so var maskinan í gongd!

 

Spælið í ár hevur ikki verið so ”polerað” sum vit sóðu síðsta ár, men sunnudagin var tað sum at síggja fuglin Fønix so vakurt tað var.  Til dystin manglaði okkara straffiskotsúrmælingur  Kristoffur, men hesa tungu byrðu segði Tummas Pauli seg vilja taka á seg.

 

Dysturin:

Vit byrjaðu dystin væl, og komu til fríar skotstøður nærum hvørt álop. Verjan stóð betur enn hon hevur gjørt leingi, og serliga var tað ein, ið skein fram um hinar, hesin var Rói, hann bæði sást og hoyrdist (brøl komu eftir hvørja blokadu og tær vóru nógvar í tali). Málmenninir og verjan arbeiddu betur saman, og av tí kom eisini gongd á kontramaskinuna, har serliga Bjarti var tryggur og fekk hegnisliga bóltin inn í málmeskarnar upp í saman. At vit fingu hesi løttu mál, ið áður hevur eyðkent okkara spæl,  sást eisini aftur í spæligleðini og serliga á skálkabrøgdunum á okkara venjarum.  Vit stýrdu allan dystin og endaðu við at vinna heilt 33-21.

 

Sum áður nevnt vildi Tummas Pauli taka straffi, og til stóra frøði gjørdi hann hetta til UG og gjørdist saman við Bjarta toppskjútti við 7 málum.  Men Men Men mál er ikki alt, og gjørdist  Rói saman við Bjarta dagsins maður.  Eitt sindur hava málini tó at siga, tí Tummas Pauli fekk faktiskt eisini nokk atkvøður, til at gerast tribestur hendan dagin.

 

Dagsins maður: Rói og Bjarti

 

Toppskjúttar: Bjarti og Tummas Pauli við 7 málum hvør.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *