Kvinnurnar í grannauppgerð

Sunnudagin 1. Novembur var grannauppgerð á Amager. Amager SK tóku ímóti kvinnunum úr ÍF Føroyum, har leikt var í Sundby-Øster høllini. Amager SK høvdu undan dystinum vunnið allar sínar dystir greitt og vóru tí stórfavorittar sunnudagin. ÍF Føroyar høvdu tí einki at tapa men alt at vinna og vit byrjaðu dystin stórspælandi. Tað leikti javnt á, har liðini skiftust um at skora og gott álopsspæl og ikki minst verjuspæl var at síggja. Serliga var tað Birita Mortansdóttir, sum var á odda við fleiri flottum undirhondsskotum! Tá 20min. vóru leiktir var javnleikur 9-9. Eftir hetta byrjaðu vit at sløsa í álopinum og koncentratiónin í skotunum byrjaði at fella. Eisini vóru fleiri persónligir feilir at síggja og av tí sama byrjaðu Amager SK at trekkja frá og vunnu tær næstu 10min. 8-0. Máltalvan í hálvleikinum vísti sostatt 17-9 og nú var mótbrekkan brøtt.

 

Í hálvleikinum var tosað um, at vit skuldu halda geistinum uppi og taka eitt álop á gangin. Seinni hálvleikur byrjaði nakað sum tann fyrsti. Liðini skiftust um at skora, men Amager SK økti tó spakuliga um leiðsluna. Tá 15min. vóru eftir vóru tær framanfyri við 10 málum og hesin málmunur var restina av dystinum, ið endaði 29-19. Tær vunnu sostatt seinna hálvleik 12-10. Vit merktu væl, at tær eru eitt sterkt lið, ið eru sera væl samanspældar, men við eitt sindur betri orku, koncentratión og samanspæli fer tað heilt sikkurt at eydnast okkum at vinna á teimum eftir jól.

Næsti dystur verður á heimavølli sunnudagin 8. Novembur, har kvinnurnar taka ímóti Ishøj HF.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *