Nú er greitt at Birgir Poulsen verður venjari hjá ÍF Føroyar kvinnunum komandi árið.
Birgir er 27 ár úr Havn hevur drúgvar royndir sum venjari í ungdómsdeildunum í Føroyum. Nevndin er ógvuliga fegin um at Birgir hevur játtað at standa á odda fyri kvinnuliðunum í ár. Fyrsta venjingin við nýggja venjararnum verður nú mánakvøldið kl 19 í sundbyhøllini.
Birgir flutti niður í summar, tí hann hevur fingið arbeiði í Nordea.
Vit bjóða Birgir vælkomnan til keypmannahavnar og til ÍF Føroyar