Lítið er enn skrivað um gongdina hjá 2. mansliði. Men nú kappingarárið er av, ber til í stuttum at siga, at liðið endaði nummar 2 í endaspælinum í seriu 2, sum gav møguleika at spæla um uppflyting.
HK-Syd – ÍF Føroyar 2 21-25 (15-11)
Sunnumorgunin 19. apríl gekk leiðin hjá 2. liði til Høng á Vestursælandi, har tað skuldi avgerast hvørt liðið skuldi spæla í seriu 1. ella seriu 2 komandi kappingarár. Ætlanin var at trý lið skuldi spæla um eina plássið í seriu 1, men menninir frá Sankt Annæ høvdu dagin fyri givið avboð, so at talan bert um tann eina og avgernadi dystin móti HK-Syd.
Undan dystinum var greitt, at tað ikki lá fyri hjá øllum at fara á hondbóltsútferð sunnudag, men sunnumorgun vóru 10 mans klárir, sum vísti seg at vera nóg mikið.
Fyrsta løtan av dystinum var jøvn. Vit løgdu okkum á odda, men talan var bert um eitt og tvey mál og skjótt steðgaði upp í álopinum, meðan verjan var heldur sein uppá pláss. Loysnin var at skifta Roar inn og hann gjørdi skjótt av og bumbaði fýra skjót mál í kassan, soleiðis at vit hingu í. Tað gekk tó ikki long tíð áðrenn mótstøðumenninir valdu at mansverja nýggja álopsessið hjá okkum. Støðan var tá javnsleikur 9-9. Hetta ørkymlaði okkara menn í bakketuni, sum ikki fingu álopið at koyra og tá fari var til hálvleiks var støðan 15-11 til menniniar frá HK-Syd.
Í seinna hálvleiki varð Rógvi Sørensen fluttur inn í miðverjuna og verjan gjørdist sum heild nógv harðari. Tað gav eisini onkra útvísing, men týdningarmest av øllum tók tað fullkomiliga luftina frá HK syd, sum púrasta steðgaði upp. Tað sum verjan ikki fekk steðgað, tók Aksel í málinum, sum til tíðir var ein livandi múrur millum stengurnar. Fyrstu 25 min av seinna hálvleiki skoraðu HK- Syd bert trý mál og tað var als ikki nokk hjá teimum, tí í føroyska álopinum gekk betur at finna holini enn í fyrra hálvleiki og tá dysturin endaði var støðan 21 til teir og 25 til okkum.
Hetta merkir sostatt at bæði mansliðini hjá ÍF Føroyum flyta upp komandi ár. 🙂
Tryggingafelagið Føroyar hevur stuðlað 2. liði hetta kappingarárið