2. lið hjá kvinnum taptu tepurt

2. lið kvinnur: VSH 2002 – ÍF Føroyar 22-20

Leygardagin leikti 2. lið hjá kvinnunum sín fyrsta dyst eftir jólaferiuna ímóti VSH í Virum. Royndartíðir høvdu við sær at fáar vóru tøkar til hendan dystin, men vit megnaðu tó at skava eitt lið saman uppá 7 kvinnur.

Hóast vit vóru illa mannaðar, settu vit okkum fyri at fara inn á vøllin fyri at kempa fyri sigrinum, og positivi andin var avgjørt tað, sum helt okkum uppi allan dystin.

VSH førdi nærum alla fyrru hálvu, men vit megnaðu at hanga í framm til hálvleikin, tá støðan var 15-14 til VSH. Í seinna hálvleiki kempaðu vit eisini væl, og tá førdu vit eitt tíðarskeið við tveimum málum. Í móti endanum byrjaði orkan hjá okkum at ganga undan, og óneyvar avleveringar og skotroyndir darvaðu spælinum. Tá megnaði mótstøðu liðið at koma frammum aftur soleiðis at úrslitið endaði 22-20 til VSH.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *