Gleðilig jól


ÍF Føroyar ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Í døgunum 26. – 28. desember verður ein hondbóltskapping í Hoyvík. Tilmeldaðu liðini eru VÍF, Neistin, StÍF, Kyndil og H71, øll AA-lið. Afturat teimum eru tvey onnur lið, ÍF Føroyar og føroyska U21-landsliðið. Kappingin er skipað í tveir bólkar, har vinnarin av bólki A møtir nummar 2 av bólki B, og nummar 2 í bólki A møtir vinnaran av bólki B. Hálvfinalur verða spældar leygardagin seint seinnapartin, meðan finalan verður sunnudagin 28. desember.

Leygardagin 27. desember skulu ÍF Føroyar kvinnur spæla ímóti Kyndli í Hoyvíkshøllini.

Sagt verður, at endaliga skráin verður løgd á www.H71.fo og á “Hondbóltskjak” á facebook.

Koyr á ÍF Føroyar!