”Mann skal ikki skoða hundin á hárinum” – hetta ordatakið mundi Rødovre ásanna, tá id teir koma á vitjan í Sundby Hallen á Amager týskvøldid hin 2. desember.
ÍF Føroyar er framvegis vid í steypakappingini eftir at teir vunnu ein sannførandi sigur ímóti Rødovre HK, ið liggur 2 deildir omanfyri ÍF Føroyar.
ÌF Føroyar legði út sum eitt óløgið og komu á odda 5-0 eftir 5 minuttir. Tad skuldi ganga heili 6 minuttir áðrenn útiliðið fekk sítt fyrsta mál. Verjan hjá føroyska útisetaliðnum stóð sera væl og hetta gjørdi, at Rødovre hevði ilt við at koma til góðar málmøguleikar. Tað er vert at nevna, at samarbeiði millum Róa Lamhauge og Rók Akralíð hevur virka sera væl í ár, og skullu teir hava stóra æru í at Rødovre ikki kom til teir stóru málmøguleikarnar. Teir báðir eru altíð klárir at blokka um skot koma útifrá og at takla um álopsspælararnir koma ov tætt uppá. Haruftuat eru teir sera góðir til at kommunikera við hinar verjuspælararnar, so teir vita hvar teir skulu standa.
Álopsspælið hjá ÍF Føroyum koyrdi eisini sera væl frá byrjan. Màlmøguleikarnir manglaðu ikki og hetta bleiv væl útnyttað av uppsettu monnunum.
Tá ið 20 minuttir av fyrra hálvleiki vóru farnir, byrjaði Rødovre HK at seta ferðina á teirra spæli upp. Tað sást, at luftin hjá føroysku spælaranum var við at ganga undan og byrjaðu teir at gera fleiri feilir bæði í verjuni og í álopinum. Hetta gjørdi Rødovre sær dælt av og endaði tað við, at hálvleiksstøðan var 15-13 til ÍF Føroyar.
Rødovre legði hart út í seinna hálvleiki. Teir hildu fram við at spæla skjótan álopshondbólt og komu upp á 15-14. Hóast harða mótstøðu, kláraði ÍF Føroyar tó at standa ímóti trýstinum við góðum verjuspælið.
Sum seinni hálvleikur leið, fekk ÍF Føroyar betur og betur tak á Rødovre. Álopsspælið var skjótt og effektivt. Ein tann mest eyðsýndi føroyski spælarin í álopinum mundi vera ungi og skjóti vongspælarin Rósing Rasmussen, sum ísakaldur legði bóltarnar inn um málmannin hjá Rødovre. Eyðkendu russararnir hjá Róki inni á strikuni og Hjalta Jakobsen á miðjuni, komu eisini til sín rætt í álopinum. Tað sást týðiliga á skelkaðu Rødovre venjarunum, at teir ikki vistu, hvat teir skuldu gera fyri at steðga góðu gongdini hjá føroyska liðnum.
Tá ið 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, var ÍF Føroyar frammanfyri við 5 málum. Rødovre fór fram í eina offensiva verju og kastaði allar mennirnar fram. Hetta órógaði ikki føroyska spælið nakað nevnivert og endaði dysturiun við einum 33-26 sigri til ÍF Føroyar.
Tað er fyrstu ferð í søgu felagsins, at tað hevur eyðnast at vinna á einum liðið úr 3. bestu donsku deildini. Úrslitið kom óiva sera óvart á fleiri hondbóltsáhugaði, nokk serliga Rødovre HK. Hetta burdi mint okkum øll á, at mann aldrin skal skoða hundin á hárinum.
Besti leikari hjá ÍF Føroyum gjørdist Rókur Akralíð, sum fekk átta atkvøður. Næstur honum var Hjalti við tveimum atkvøðum, meðan Rósing og Rúni fingu eina atkvøðu hvør.
Málskjúttarnir vóru:
Rókur 6
Rósing 6
Jóannes 5
Tummas Pauli 5
Tróndur 2
Hjalti 2
Kristoffur 2
Rói 2
Rógvi 1
Rúni 1
Rani 1
Eik stuðlar besta mansliðið!