Sunnudagin 30/11 spældi fyrsta liðið hjá monnunum aftur á heimavølli, og hesa ferð var tað fyrrverandi stoltleikin hjá Kasi Jesper (Nielsen) sum stóð fyri tørni. Áðrenn dystin lógu ÍF Føroyar og Albertslund/Glostrup ávíkavist á fyrsta og nígginda plássi, so undan dystinum var væntað, at hetta fór at verða ein ”walk over” dystur. Hetta skuldi tó ikki vísa seg at verða so.
Til dystin var ÍF Føroyar liðið eitt sindur skert. Onkur av eldru, fyri ikki at siga gomlu, leikarunum høvdu, vegna smærri snuddir, valt at spara seg til steypadystin í móti 2. divisionsliðinum hjá Rødovre, sum skuldi leikast týsdagin eftir .
Albertslund/Glostrup byrjaði dystin væl og teir løgdu seg beinavegin fram um. Serliga var tað málmaðurin, vinstribakkur og miðjan, sum spældu væl. Haraftur fingu føroyingarnir eina heldur slaka byrjan. Hví hetta var er óvist, men menn høvdu nokk frá byrjan undirmett drengene fra Vestegnen. Harafturat var fokusið hjá monnum nokk meira á steypadystinum, sum skuldi leikast tveir dagar seinni.
Hálvleikstøðan var 12-11 til gestirnar.
Seinni hálvleikur byrjaði eins og tann fyrri, men sum hálvleikurin leið fekk ÍF Føroyar verjan betur tak á Albertslund/Glostrup álopinum. Serliga var tað Rúni sum fekk bilbukt við tí farliga og farligt illsinta áloypsspælarinum hjá Albertslund/Glostrup. Í álopinum var tað seriliga Rambo Rógvi sum tók ábyrgd.
Nærum allan dystin haltaðu føroyingarnir eftir. Ikki fyrr enn fimm minuttir vóru eftir, eydaðist tað ÍF Føroyum at koma framum, og helt sær til síðsta bríksl. Dysturin endaði 25-23 til ÍF Føroyar.
Dagsins maður gjørdist Rógvi við átta atkvøðum. Honum eftir komu Rúni og Rókur við ávíkavist tveimum og einari atkvøðu.
Av tí at hagtals-førararnir undir dystinum, ikki hava brúkt sama ”hagtalssystem”, so er feilur komin í málskorðaralistan.
Málskorðararnir vóru: Tummas Pauli 5, Jóannes 4, Kristoffur 3, Rókur 2, Rósing 2, Rógvi 2, Pjevs 2, Rúni 1, Rói 1.
Málmansbjargingar: Bartal 6 og Lars 6.
Eik stuðlar besta mansliðið!