Fyrsti leikarin, ið fær heiðurin at sleppa á “Leikarin á bonkinum” í ár er nýggji succes leikandi-venjarin hjá monnunum, Tróndur Kragesteen 😉
Tróndur er heldur fámæltur tá ið hann svarar spurningum frá heimasíðunim, men tað er óiva tí at hann situr og leggur strategi til toppdystin í móti Køge í morgin 🙂
Navn: Tróndur J. Kragesteen
Føddur: 0208-1987
Útbúgving/arbeiði? Acuatic science and technology
Parlagsstøða? Í parlag
Nær flutti tú til DK? 2010
Felag í Føroyum? Elsta og besta felag í føroyum Neistin
Nær byrjaði tú í ÍF Føroyum? 2014
Pláss á vøllinum? Miða
Lýs teg sum hondbóltspælara við 3 orðum: Skjótur sum kettan
Hvør er besti leikari tú hevur leikt við? Uttan iva Føroya besta fyrrverandi talent Rókur Akralið
Hvør er besti leikari tú hevur leikt ímóti? Momir Ilic
Hvør er stuttligast leikarin á tínum liði? Rói Lamhauge
Hvør á liðnum brúkar mest tíð frammanfyri speglinum? Rógvi Sørensen
Hevur tú eina stuttliga søgu frá tínari tíð í ÍF Føroyum? Eg bídi til Jólballið
Hvar ert tú staddur um 3 ár? King’s Landing
Vit takka fyri at Tróndur gav sær stundir at svara hesum spurningum og ynskja honum góða eydnu sum leikandi-venjari framyvir 🙂