1. lið kvinnur: ÍF Føroyar – Frb. HK (14-7) 30-16
Sunnudagin tann 26. okt. tók fremsta liðið hjá ÍF Føroyar kvinnum ímóti Frederiksberg HK. Dysturin var leiktur í Sundby høllini á Amager.
Tað var ongantíð nakar ivi um, at ÍF Føroyar var betra liðið í dag. Frá fyrsta bríksli setti føroysku kvinnurnar seg á dystin, og tær megnað eisini – uttan stórvegis hóvasták – at halda leiðsluna allan dystin.
Hálvleikstøðan var 14-7, men í steðginum varð kortini tosað um manglandi neyvleika (bæði tá tað viðvíkti skotum og avleveringum), ov lága leikferð og heldur stirvið spæl. Kvinnurnar settu sær ein málsetning til seinna hálvleik – minst 30 mál! Og mótstøðuliðið skuldi somuleiðis ikki sleppa til nógv fleiri skot og møguleikar.
Sum seinni hálvleikur gekk, sýntist hesin málsetningurin at fjarða alsamt burtur. Frederiksberg HK megnaðu at kempa seg inn aftur í dystin, og ta einu løtuna vísti máltalvan ein málmun á “bert” 4 mál (16-12). Um føroysku kvinnurnar fingu fingurin úr einum vissu staði, ella um kvinnurnar úr Frederiksberg ikki høvdu meira at bjóðað uppá, er óvist. ÍF Føroyar valdu at fara út í eina 5:1 verju, og hetta ørkymraði Frb.HK. Tær fingu ikki spælið at koyra og fóru at gera nógv mistøk. Og tá tær so einaferð komu til málkjans, stóð Maria stinn í málinum.
Føroysku kvinnurnar rukku sínum máli og vunnu dystin 30-16.
Eftir dystin vóru kvinnurnar sera glaðar um sigurin. Og tað sigur ikki heilt lítið um støðið á hesum føroyska liðnum, at tað er møguligt at vinna ein dyst við 14 málum, hóast forkølað spæl.
Birita Mortansdóttir varð vald til dagsins leikara. Birita var neyvast frammanfyri málið, og hon hevði ongar trupulleikar at svinga seg framvið verjuna.
Á liðnum í dag vóru (mál): Birita Mortansdóttir (9), Jenný Kragesteen (5), Anja Eliasen (4), Edith D. Olsen (3), Anna E. Berg (3), Sissal W. Høgnadóttir (3), Ása D. á Neystabø (2), Eydna D. Apol (1) og Maria S. Samuelsen.
Komandi dystur hjá 1. lið kvinnum er komandi sunnudag á útivølli ímóti KSG á Frederiksberg.
Keel Solution stuðlar kvinnunum.